Hækkaður barnafrádráttur og ongin nýggj skuldarbinding

Hækkaður barnafrádráttur og ongin nýggj skuldarbinding

2017-11-01 08:50 Author image
Innsent

 

Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið, kommunan ætlar ikki at læna pening í 2018, skuldin er komin niður á 64% av einari álíkning og skattaprosentið stendur í stað. Hetta er partur av tí, sum Runavíkar býráð hevur samtykt, nú onnur og endalig viðgerð var av fíggjarætlanini fyri árið 2018 - á býráðsfundinum í kvøld. Eitt samfelt býráð tók undir við fíggjarætlanini fyri næsta fíggjarár.

Táið tað snýr seg um stórar íløgur, er kommunan í ferð við at byggja nýggja bryggju undir Høgabóli í Saltangará. Táið alt er liðugt hevur hon kostað Runavíkar kommunu/havn báðumegin við 45 milliónir krónur. Hon verður liðug tíðliga í árinum sum kemur, og arbeiðið hevur gingið væl betri enn væntað og ætlað. Fyrireikingar eru byrjaðar til at fremja næstu stóru íløguna, sum kann verða ein svimjingarhøll. Enn er hon bara í umbúna, men verður politiska stigið tikið, væntast hon at vera liðug og kunna takast í nýtslu í 2020/2021. Spillivatnsætlanin heldur fram við árligari játtan, hagartil komið er á mál í øllum 15 bygdunum í kommununi. Nýggju FIFA-krøvini til ljós við fótbóltsvallirnar er lutfalsliga stór íløga, og ætlanin er at fáa hesi til vega í Runavík í 2017 og á Skála í 2018, og onnur nýggj íløga er, at ein lutfalsliga trivalig upphædd nú verður sett av til at fara undir at skipa ungdóms- og aktivitetshús í kommununi.

Eitt meginmál hjá Runavíkar kommunu er at fáa til vega grundøki. Virkað verður av øllum alvi við hesum. Grundøkir eru longu til sølu í flestu bygdum, men farið verður nú í gongd við at fremja útstykkingar omanfyri Blikagøtu í Saltangará/Runavík, har rúm verður fyri áleið 85 búeindum, og sunnanfyri Hórheiðar á Skála verður eisini farið at stykkja út í næstum, har verður rúm fyri áleið 12 búeindum. Umframt hetta er útstykkingin av 13 grundøkjum ímillum Norðurhædd og Hjallaveg í Saltangará júst liðug, og hesi verða nú seld.

Fíggjarkarmurin er 203.500.000 krónur.
Roknað verður við, at inntøkurnar av persónsskatti verða 148.500.000 krónur. Av felagsskatti 23.000.000 krónur og av eftirlønarskatti 32.000.000 krónur.

Roknað verður við, at raksturin kostar 148.850.000 krónur. At fíggjarkostnaðurin verður 13.500.000 krónur og at íløgur verða gjørdar fyri 41.150.000 krónur.

Býráðið hevur valt at reka kommununa í 2018 innanvert eginfíggingina soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í 2018. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, men kommunan ætlar heldur ikki at læna til íløgur í árinum sum kemur.

Trýst her fyri at síggja, hvussu raksturin verður skipaður.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
Runavíkar kommuna 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður