Hægsta Lego-torn í heiminum

Mynd: EPA-EFE/ABIR SULTAN

Hægsta Lego-torn í heiminum

2017-12-28 10:14 Author image
Leif Láadal

Heimsins hægsta torn bygt úr lego-kubbum varð í gjár bygt liðugt í Tel Aviv í Ísrael. Tornið er 35,96 metrar høgt, og harvið 90 sentimetrar hægri enn gamla metið.

Borgarar í Tel Aviv hava latið 500.000 kubbar til byggingina, ið er ein minnisvarði yvir Omar Sayag, sum doyði av krabba átta ára gamal í 2014. Tað vóru lærarar hansara Sherlie Bardugo og Ben Kinger, sum tóku stig til Lego-ætlanina.

Hægsta Lego-torn, sum var skrásett í Guinness-bókini, áðrenn tornið í Tel Aviv var liðugt í gjár, varð bygt í Milano í 2015. Tað var 35.05 metrar høgt.   

 

 

Meira langlesnaður