Gucci steðgar at nýta skinn og feld

Mynd: epa.eu

Gucci steðgar at nýta skinn og feld

2017-10-12 15:13 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Heimskenda fyritøkan Gucci, hevur fyri stuttum kunngjørt, at tey nú vilja steðga við at nýta skinn ella feld av djórum í teirra sniðgeving. Tað skrivar danska blaðið, Politiken.

Hendan avgerðin er tikin, sum ein liður í arbeiðinum hjá Gucci um at gerast meira tilvitað og burðardygg. Fyritøkan hevur gjørt av, at klædnaúrvalið sum kemur út um várið 2018, skal vera tann fyrsta ið er púrasta uttan feld ella skinn. Fyritøkan hevur umfamt tað eisini gjørt av, at tey klæðini tey longu hava ið eru gjørd úr skinni, skulu seljast á serliga uppboðssølu. Pengarnir frá uppboðssøluni skulu fara óskerdir til felagsskapin Humane Society International, ið arbeiðir fyri betri djóravælferð.

Sostatt gerst Gucci ein partur av felagsskapinum Furfree Alliance, ið arbeiðir fyri at steðga feldnýtslu og hevur yvir 40 fyritøkur sum limir í felagsskapinum.

Kitty Block, virkandi stjóri í Humane Society International fegnast um hesa avgerðina hjá Gucci. Hon vónar, at hetta fer at føra sig sær, at onnur mótahús og fyritøkur fylgja í fótasporunum hjá Gucci, og eisini steðga við at nýta skinn og feld í teirra framleiðslu.

Meira langlesnaður