Vórðu óklárir við ein duravørð

Og fyru tað hava tveir mans ligið í brummuni í alla nátt

Áki Bertholdsen
6. juli 2024 kl. 12:07

Í nátt ringdu tey til løgregluna av einum skeinkistaði at melda, at ein duravørur hevði verið fyri harðskapi.

Talan var um tveir gestir, sum ikki vildu gera, sum duravørurin segði. Endin var at duravørurin var fyri harðskapi.

Talan var ikki um álvarligan harðskap, men duravørar, barrvørðar, taksasjaførar, og onnur, sum eru í størri vanda fyri at verða fyri harðskapi enn onnur, hava eisini eina serliga verju í lógini.

Tí verður harðskapur ímóti slíkum starvsbólkum tikin í størsta álvara.

Avleiðingin varð eisini, at hesir báðir gestirnir vórðu tiknir við á løgreglustøðina og settir í brummuna.

Har lógu teir í alla nátt og tá ið teir sleppa út aftur, verður tað við eini skuldseting um harðskap hangandi yvir høvdinum.