Vit mugu taka okkum saman fyri at fáa fleiri kvinnur við

Í trimum kommunum eru ongar kvinnur og tað er ov vánaligt, heldur Demokratia, sum virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk

Niels Uni Dam, formaður í Demokratia
Áki Bertholdsen
13. september 2024 kl. 10:50

– Nógv graml hoyrist í hesum døgum um, at trupult er at fáa nóg nógvar kvinnur á listarnar kring landið. Men er tað so, er neyðugt hjá sjálvsrannsakan, bæði hjá kvinnum og hjá teimum, sum royna at manna listarnar.

Tað heldur nevndin í Demokratia, sum virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.

Tey staðfesta, at kanningar vísa greitt, at kvinnur og menn raðfesta ymiskt. Og sum heild hava kvinnur og menn ymiska servitan og innlit. 

– Hetta ger tørvin á javnari kynsumboðan í politikki enn størri, sigur Niels Uni Dam, formaður í Demokratia.

– Mangla kvinnur í kommunustýrunum, verður minni dentur lagdur á tey øki, ið kvinnur hava størstan áhuga í.

Demokratia staðfestir, at eftir kommunuvalið í 2020 vórðu 36 prosent av kommunustýrislimunum, kvinnur og 64 prosent vóru menn. Sostatt vórðu 72 kvinnur valdar og 128 menn. 

– Onkur vil vera við, at støðan er rímiliga góð. Men støðan er tann, at bara 12 av 29 kommunum hava eina javna kynsumboðan, sigur formaðurin.

– Í trimum kommunum í landinum er eingin kvinnuumboðan. Tað er stutt sagt ikki nóg gott, sigur Demokratia.

Á kommunuvali eru hugsjónir og flokspolitikkur ikki eru so avgerandi sum tá ið talan er um løgtingsval. Tá ið vit velja okkara umboð í kommunustýrið, eru tað ofta tær persónligu raðfestingarnar, sum avgera, hvar vit seta krossin.

– Hetta er væl skilt, tí kommunupolitikkur snýr seg um gerandisdagin hjá okkum øllum, um barnaansing, eldrarøkt, mentan, ítrótt, vegir, lendisgøtur, bussleið, gøtuljós, svimjihyljar, burturkast, parkering, byggiloyvi, grøn øki, spælipláss, vatnveiting, havnarøki, hegnskyldu, ungdómshús - og alt hitt, ið fyllir í okkara gerandisdegi.

– Og sjálvandi skal kynsbýtið vera enn javnari, tá atkvøðurnar eru taldar upp týskvøldið 12. november 2024, tí úrslitið fer at mynda politiska arbeiðið tey næstu fýra árini.

Á valinum í 2020 var støðan tann, at meiri enn triðja hvør kvinna og triðji hvør maður, ið stillaðu upp, vórðu vald.  

– Hetta er tekin um, at í kommunupolitikki er veljarin klárur til størri javnstøðu. Men tað er neyðugt, at listarnir, og flokkarnir, gera sítt fyri, at veljarin hevur nokk at velja í. 

– Verður uppstillingin hesaferð meira ójøvn, kann tað gerast eitt veruligt bakkast á javnstøðuleið.

– Ábyrgdin liggur ikki minst hjá flokkunum og teimum við ábyrgd av listunum, sigur Demokratia.