Vit eta tað sama - men vit pynta okkum nógv meiri

Sølan hjá matvøruhandlum stendur mestsum í stað, men tey, sum selja Smyrsl og annað at pynta seg við, hava góðar dagar

Áki Bertholdsen
2. juli 2024 kl. 09:45

Hagstovan hevur nú gjørt upp, hvussu sølan av ymsum vørum hevur verið fyrsta ársfjórðing í ár aftur ímóti í fjør.

Uppgerðin vísir, at sølan av fríðkanarvørum er heili 12 prosent hægri fyrsta ársfjórðing í ár enn hon var fyrsta ársfjórðing í fjør.

Tá ið prísvøkstur er drigin frá, er mongdin av seldum fríðkanarvørum, hækkað 10 prosent.

Sølan hjá matvøruhandlunum er hækkað næstan fimm prosent í pengum, men verður príshækkingin drigin frá, er sølan hjá teimum hækkað eitt prosent í nøgd. 

Hagstovan sigur, at hjá teimum, sum selja húsarhaldsútgerð, er sølan minkað trý prosent, bæði í pengum og í nøgd.

Hinvegin er sølan av ítróttarútgerð sjey prosent størri í ár í nøgd og sølan av klæðum annars, er lækkað átta prosent.