Vit eiga at hoyra útvarp í tunlinum - men tað má bíða eitt sindur

Spurningin um trygd í tunlunum kring landið, eigur at verða tikin upp

Myndin er frá Landsverki
Áki Bertholdsen
12. apríl 2024 kl. 23:30

Tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd í heyst, eigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, at taka spurningin um trygd í tunlunum kring landið, upp.

Tað halda umboðini fyri samgonguna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Beinir Johannesen og Árni Skaale, tinglimir fyri Fólkaflokkin í Norðoyggjum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta eina millión krónur til at fáa radiosamband í Viðareiðistunnilin.

Umboðini fyri samgongini í Fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, Bjarni Hammer, Eirikur í Jákupsstovu og Hanna Jensen, vísa á, at í løtuni eru 10 tunlar kring landið, har FM útvarp hoyrist. Tað eru Hovstunnlin, Hvalbiartunnilin, Kollfjarðartunnilin, Leynatunnilin, Norðskálatunnilin, Leirvíkstunnilin, Vágatunnilin, Eysturoyartunnilin, Norðoyatunnilin og Sandoyartunnilin.

Í løtuni eru nakrir tunlar í gerð, tað eru tunlar Norður um Fjall, tunnil til Fámjins og til Dals, og eftir ætlan skal FM útvarp hoyrast í hesum tunlum. 

Sostatt vera tað níggju tunlar eftir, sum ikki hava radiosamband. Hetta eru Sumbiartunnilin, Sandvíkstunnilin, Gásadalstunnilin, teir fýra tunlarnir í Kalsoynni, Kunoyartunnilin - og so Viðareiðistunnilin, sum er tann nýggjasti og mest brúkti av hesum níggju. 

Tað undrar tey í samgonguni at útvarpssamband ikki hevur verið partur av arbeiðinum, tá Viðareiðistunnilin varð gjørdur.

Landsverk hevur upplýst, at tað kostar umleið tvær milliónir krónur at leggja útvarpssamband í Viðareiðistunnilin.

Umboðini fyri samgonguni halda, at hetta kundi verið ein hent íløga, og helst eisini er Viðareiðistunnilin eisini tann tunnilin, har tørvurin á at hoyra FM-útvarp, er størstur. 

Men tað er eisini komið fram, at tað tað kanska eru viðurskifti í tunlunum kring landið, sum hava størri týdning fyri trygdina enn at radiosamband, tað kunnu vera ljós, telefonsamband, bummar, og annað.

Meirilutin metir tí, at tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd í heyst, hevði tað verið hóskandi, at landsstýrismaðurin tekur spurningin um trygdina í tunlunum kring landið, upp.

Og av tí sama taka tey heldur ikki undir við uppskotinum um at játta pengar til endamálið beint nú.