Viljormur kennir seg snýttan í Riga

Føroyski liðformaðurin undrast stórliga á, at kroatiski dómarin ikki kolldømdi sigursmálið hjá Lettlandi

Jóannes Hansen
10. september 2024 kl. 19:52

Tað riggaði ikki í Riga í kvøld. Heimaliðið vann 1-0 við máli, sum varð skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyingarnir vildu hava dómaran at VAR kanna málið, tí í hvussu so er ein og kanska tveir av heimamonnunum høvdu arm og hond á bóltinum, áðrenn málið varð skorað við skoti mitt fyri málinum og eftir innlegg úr høgru.

Men tað vildi dómarin ikki, og tað skilir føroyski liðformaðurin Viljormur Davidsen ikki. Hann var í kvøld á landsliðnum fyri 80. ferð.

-Eg segði við dómaran, at tað var við hondini, at hann, sum legði upp til málið, spældi seg sjálvan leysan. Men dómarin vildi ikki hoyra um, at tað ikki var farið fram eftir bókini, og tað undrar meg, at VAR ikki var uppi í leikinum, tí frá mínari støðu var tað heilt týðuligt, at tað var fríspark, sigur føroyski liðformaðurin í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Hann ásannar, at avrikið í fyrra hálvleiki var ikki gott, og so iðrar hann seg um, at tað ikki eydnaðist at javna, tá ið Føroyar síðstu løtuna spentu álopsbogan:

-Bæði í álopi og verju var avrikið væl frægari eftir steðgin. Tá vóru vit oftari fremri á vøllinum, enn vit høvdu verið, og síðstu løtuna høvdu vit fleiri møguleikar. Eitt nú tá ið Meinhard E. Olsen royndi seg eftir fríspark og bólturin tók í stólpan, og tá ið hann kendi seg snýttan fyri brotsspark. Og so var tað Gunnar Vatnhamar, sum eftir innlegg úr høgru var leysur og stútaði, men málverjin stórbjargaði. Og so var tað, tá ið innskifti Petur Knudsen heilfluktaði við’ handara stólpa efitr innlegg úr vinstru. Men bólturin fór omanfyri málið, staðfestir Viljormur Davidsen í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Lettland verður 13. oktober gestur á Tórsvølli. Tað verður tríggjar dagar eftir, at Armenia hevur verið her. Tá verður dagsskráin at sleppa undan aftasta plássi og kanska at vinna næstfremsta plássið í bólkinum.

 

Lettland – Føroyar 1-0 (0-0)

1-0: Renārs Varslavāns 64.

Dómarabólkur úr Kroatia: Duje Strukan, Bojan Zobenica, Alen Jakšić og Ante Terzić CRO

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes Kalsø Danielsen (Petur Knudsen, 83.), Samuel Johansen Chukwudi,  Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Gunnar Vatnhamar – René Shaki Joensen (Klæmint A. Olsen, 83.), Hanus Sørensen, Sølvi Vatnhamar (Adrian Justinussen, 46.), Meinhard Olsen (Pætur J. Petersen, 83.) – Jóan Símun Edmundsson (Mads Bo Mikkelsen, 46.)

Á beinkinum uttan at vera skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Arnbjørn Svensson, Patrik Johannesen

Gult kort: Pætur J. Petersen

Venjari: Håkan Ericson