Vilja ikki hava skattalætta upp á hendan mátan

Bæði Landsbankin og kommunurnar eru ímóti einum uppskoti hjá Fólkaflokkinum um skattalætta

Áki Bertholdsen
3. mai 2024 kl. 17:00

Tað verður ikki á hesum sinni, at fólk fara at fáa ein skattalætta, soleiðis sum Fólkaflokkurin ætlar. Fólkaflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild til at hækka botnfrádráttin.

Í løtuni er hann 30.000 krónur og tað merkir, at eingin rindar kommunuskatt av teimum fyrstu 30.000 krónunum, tey tjena. Nú skjýtur Fólkaflokkurin upp at geva kommunum heimild at hækka tað markið upp í 65.000 krónur og so kunnu kommunurnar sjálvar gera av um tær brúka heimildina ella ikki.

Serliga hjá lágløntum er kommunuskatturin tann størri parturin av skattinum, ið tey gjalda og hetta kann verður eitt amboð hjá kommunum at veita ein skattalætta, sigur Fólkaflokkurin.

Men tað fær ikki undirtøku í Løgtinginum, tí nú málið hevur verið umrøtt í Fíggjarnevndini, er tað greitt, at hvørki samgongan, Sambandsflokkurin, ella Miðflokkurin, taka undir við tí. 

Tey vísa á, at Landsbankin hevur víst á, at fyri haldførið hjá tí almenna, er tað ikki ein gongd leið at hækka botnfrádráttin hjá kommununum - serliga tí at ongar sparingar verða gjørdar aðrastaðni.

Sostatt hevði hetta verið ein skattlætti til øll og ikki ein lætti, sum hevði gjørt mun hjá teimum samfelagsbólkum, sum eru ringast fyri.

 Tað er betri at seta tiltøk í verk, sum beinleiðis hjálpa teimum, sum eru ringast, og ikki øllum øðrum eisini - og so skulu hesi tiltøk verða fíggjað, sigur Landsbankin. 

Meirilutin í Fíggjarnevndini staðfestir samstundis at kommunurnar hava gjørt greitt, at hetta er ikki ein heimild, tær, sum heild, vilja hava.

– Somuleiðis hevur verið víst á, at verður botnfrádrátturin hjá kommununum hækkaður, hevði tað verið lutfalsliga dýrast hjá teimum kommununum, har fólkið hevur lágar miðalinntøkur, og sum sostatt eisini hava lítið, fíggjarliga rásarúmið. 

Tí halda tey, at landsstýrið eigur heldur at arbeiða við uppskotum, sum ger mun fyri teir bólkar, sum eru harðast raktir av ógvisligu príshækkingunum, ið hava verið seinastu árini.