Vilja hava tað svart upp á hvítt at alivinnan ikki verður avmarkað

Annars taka alarar undir við, at treytirnar fyri at sigla undir landi, verða herdar

Áki Bertholden
16. september 2024 kl. 13:15

Havbúnaðarfelagið tekur undir við, at treytirnar fyri at sigla tætt undir landið, verða herdar.

Tað sigur felagið nú í eini viðmerking, nú Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum ætlar at seta kunngerð í gildi, sum avmarkingar siglingina tætt undir landi rættiliga nógv.

Eftir kunngerðini verður ikki loyvt at siga skjótari enn átta míl, nærri enn 500 metrar úr landi, allastaðni har fuglur heldur til.

Tað er eisini galdandi fyri vatnskutarar, og tað er heldur ikki loyvi at hava tónleik hart frá, ella at halda óneyðugan gang yvirhøvur. Endamálið er at verja fuglalívið.

Einastu undantøkini eru grindarakstur, neyðsendarsigling og Strandferðslan.

Hesum tekur Havbúnaðarfelagið undir við. Men felagið hevur skrivað sær aftan fyri oyrað, at onki verður sagt í kunngerðini hjá landsstýriskvinnuni um, at hetta er at fáa nakrar vinnuligar avleiðingar. Tey hava eisini lagt merki til, at aling annars ikki verður nevnd yvirhøvur í hesum sambandi.

– Helst skal hetta skiljast soleiðis at verandi alivirksemi ikki verður mett at vera óneyðugur larmur, og hetta er eisini fatanin Havbúnaðarfelagið hevur, sigur felagið.

Men tey vísa kortini á, at eru nøkur ivamál í hesum sambandi, eigur tað at nágreinað, og samstundis eiga avleiðingarnar fyri alivinnuna at verða lýstar áðrenn kunngerðin verður lýst. fyri alivinnuna eiga at verða.

– Eitt nú kann tað hugsast, at ein fóðurflaki kann liggja halda nakað av gangi, nærri enn 500 metrar undir landið, har tað ikki er loyvt at larma.

– Ein møguleiki er, at tað verður beinleiðis nevnt, at kunngerðin er ikki galdandi fyri alivirksemi sum heild, akkurát sum hon ikki er galdandi fyri grindarakstur, neyðsendarsigling og Strandferðsluna.