Verkætlanarleiðarin: Ætlanin er, at Høllin skal standa klár at takað í nýtslu tíðliga í næsta ár

- Tað er vanligt í slíkum verkætlanum, at tað kann vera trupult, men hendan verkætlanin hevur í so mát verið eitt undantak.

Mynd: Ólavur Frederiksen
Eyðfinn Guttesen
28. juni 2024 kl. 18:47

Røða hjá Eyðfinni Guttesen, verkætlanarleiðara á Articon, í samband við reisigildið við Tjarnir í dag:

Hey, vælkomin øll! Tað er stuttligt at tosa við fólk um landið, øll sum ein, tosa um hvussu knappiliga høllin er komin upp, og hvørja ferð mjørkin lættir, síggjast stórar broytingar av høllini.

Tað er tykkum starvsfólkum her á byggiplássinum at takka fyri, tit eru ófør, takk fyri tykkara innsats.

Góðu tit. Tykkum - umboðum fyri byggharra við Tjarnir, ráðgevarar, undirarbeiðstakarar og starvsfólki tess, og ikki minst okkara egnu starvsfólkum, vil eg her nýta høvið at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við at við Tjarnir nú er komin somikið væl áleiðis, at vit í dag kunnu rætta ryggin, og í felag hátíðarhalda at høllin er reist, og harvið eisini hevur tikið skap.

Hetta hevur kravt ein stóran arbeiðsinnsats frá arbeiðsfólkunum.

Dagurin í dag er fyri okkum, líka sum dagurin tá Høllin verður handað tykkum, ein av teimum døgunum, har vit hugaliga kunnu støðga á eina løtu og njóta tað verk vit “higartil” í felag hava skapt. Og at vit í felag hava skapt hetta, sum tit í dag síggja. Ber byggiverkið sjálvt, um tað tó enn ikki er liðugt, boð um.

Hetta megnarverk verður bert framt við góðum samstarvi ímillum allar partar, og tað hevur tað so avgjørt verið.

Fyri í stuttum at lýsa gongdina í byggingini higartil, kunnu vit nevna: 

Sáttmálin varð undirskrivaður 27. september 2022.

Jørðarbeiði byrjaði apríl 2023

Betongarbeiði byrjaði juli 2023. 

Stálarbeiði byrjaði februar 2024. 

Timbur- og el-arbeiði byrjaðu apríl 2024. 

Og HVS fyri trimum vikum síðani

Grivið av og innbygt er 55.000 m³ av fyllu.

Forskalla og stoypt eru uml.  3500 m3 av betongi, brúkt er 300 tons armering, og arbeitt uml. 200 tons av stáli, nú bygningurin í dag verður reistur.

Enn er tó langt á mál.

Tað skullu leggjast uml. 10 km av rørum, 2 km av kanalum, 40 km av kaðalum, uppsetast 1800 m² av glasi, málast 11.000 m² av veggum og viðgerast 8.000 m² av gólvi.

Næsta stigið verður at leggja tekju á og seta vindeygu í, soleiðis at vit komandi vetur ótarnaði kunnu arbeiða við at gera bygningarnar lidnar innan - herundir eisini allar installatiónir.

Hóast tíðin er knøpp, er ætlanin, at Høllin skal standa klár at takað í nýtslu tíðliga næsta ár.

Byggingin er, sum tit síggja, rættiliga krevjandi, og tað er tí sera hugaligt og ikki minst mennandi fyri okkum øll, at vera ein partur av slíkari bygging.  

Arbeiði hevur ikki bert verið krevjandi á útførandi fasuni.

Arbeiði er skipað í heildararbeiðstøku, har partarnir hava bundið seg til at arbeiða fram ímóti at veita sjálvognarstovninum við Tjarnir eina stórhøll til fastan kostna og fasta tíð, hetta er í sjálvum sær ein sera krevjandi uppgáva, har allir partar mugu gera sítt allar besta fyri at náa málinum.

Tað er vanligt í slíkum verkætlanum, at tað kann vera trupult.

Men hendan verkætlanin hevur í so mát verið eitt undantak. Samstarvið hevur gingið væl.

Serliga samstarvið við bygginevndina, sum hevur havt ógvuliga virknan leiklut í hesi verkætlanini.

Tað hevur verið arbeitt loyalt av øllum partum, sjálvt um tað tó til tíðir hevur verið trupult at halda kostna og tíð.

Men við góðum vilja og samstarvi hevur hetta gingið.

Vit fara í hesum sambandi at takka tykkum – bygginevndini við Tjarnir og annars øllum sum høvdu ávirkan, fyri at okkum varð víst tað álit, at byggja Høllina. 

Hetta álit ætla vit so avgjørt at liva upp til, byggingini og okkum øllum at frama. 

At enda fari eg at takka ráðgevum, undirveitarum og síðst men ikki minst vil eg nýta høvi, at takka og rósa egnum arbeiðsfólki fyri fyrimyndirligt arbeiði.

Uttan tykkara stóra arbeiðsinnsats hevði ikki verði møguligt at hátíðarhalda hesa løtu, bert 11 mánaðar eftir byggibyrjan.

Vit eru av tí fatan, at tað er ógvuliga umráðandi at hátíðarhalda teir varðar vit klára.

Hendan løtan er í høvuðsheitum tykkara, so njóti hana fult út saman við okkum, so vit kunnu byrja aftur við fullari styrki mánadagin, tí enn er langt á mál.

Sjálvt um veðrið hevur darvað okkum rættiliga nógv í vetur, umframt at verkfall hevur verið, so er ætlani at handa byggiharranum høllina til tíðina.

Fyri at náa á mál er neyðugt við tykkara stóra innsatsi, so at vit kunnu handa við Tjarnir komandi ár.

Takk fyri øll somul og góða eydnu víðari í byggingin. 

Eyðfinn Guttesen.