Vanligi føroyingurin væntar at støðan verður betri um eitt ár

Fólk eru bjartskygd um framtíðina

Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 15:10

Vanligi føroyingurin er bjartskygdri um framtíðina ní, enn hann hevur verið. Tað er niðurstøðan, nú Hagstovan hevur tikið pulsin á føroyska samfelagnum.

Í hesum sambandi hava tey spurt vanlig fólk, umframt ymsar vinnugreinar, hvussu vónirnar eru um framtíðina. Niðurstøðan er, at sum heild vænta húsarhaldini at teirra fíggjarstøðu verður eitt vet betri um eitt ár.

– Føroysku húsarhaldini er nakað bjartskygdari nú, enn tey hava verið seinastu tvey árini, sigur Hagstovan.

Men tað eru kortini ikki so fá, sum eru hart fyrispent fíggjarliga. Hagstovan sigur, at 27 prosent av húsarhaldunum, ella meiri enn ein fjórðingur, siga, at tey fáa akkurát endarnar at røkka saman. Í juni í 2023, var hetta talið 25 prosent.

Annars eru tað fýra prosent av húskjunum, sum mugu brúka av pengunum, tey hava standandi í bankunum fyri at fáa endarnar at røkka saman. Fyri einum ári síðani var hetta talið átta prosent.

Annars sigur eitt prosent av húsarhaldunum, at tey mugu lána pengar fyri at fáa alt at ganga upp.

Hagstovan sigur, at hóast prísirnir eru hækkaðir nógv, eru tað ikki fleiri nú, sum mugu taka lán fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Heldur er tað tvørtur ímóti tí fyri einum ári síðani vóru tvey prosent av húsarhaldunum í hesi støðuni.

Hinvegin eru tað 57 prosent av húskjunum, sum siga, at tey eru so mikið væl fyri, at tey leggja eitt sindur til viks, men fyri einum árið síðani var hetta talið 59 prosent. Og átta prosent siga, at tey hava stóra uppsparing - fyri einum ári síðani vóru tað seks prosent.

Hagstovan staðfestir eisini, at nýtslan hjá fólki hevur týdning fyri handilsvinnuna. Og hesa ferð eru tað fleiri, ið halda, hetta er júst rætta løtan at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól.

Tað eru eisini fleiri, sum ætla sær at brúka størri upphæddir næsta árið til at umvæla bústaðin enn tað hava verið.

Hinvegin er tað sjáldan, at húsarhald meta, at tað er rætta løtan at keypa sær bústað ella bil, men eisini á hesum økið er bjartskygni eitt sindur størri nú, enn tað hevur verið.