Uppskot um at gera Suðuroyartunnil verður lagt fyri Løgtingið í Heyst

Tað staðfestur løgmaður í ólavsøkurøðuni

Áki Bertholdsen
29. juli 2024 kl. 14:00

Í heyst verður uppskot um at gera Suðuroyartunnilin, lagt fyri Løgtingið. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðu síni beint í áðni.

Í hesum sambandi umrøddi hann eisini støðuna í Suðuroynni og hann helt, at tað er sigandi, at í løtuni er einki sethús er í gerð í Suðuroynni.

– Hóast fólkatalið veksur í Føroyum, minkar tað í Suðuroynni. Miðalinntøkan er lægst í Suðuroynni – og arbeiðsloysið størst.

– Fyri at venda gongdini mugu vit knýta Suðuroynna í meginøkið, sigur løgmaður. Og hann hevur góðar vónir um at fáa semju í Løgtinginum, tá ið vit leggja uppskot um fast samband millum Suðuroynna og Sandoynna fyri Tingið í heyst.

Hann sigur, at eftir uppskotinum fær nevndin, sum arbeiðir við málinum, heimild til at fyrireika og projektera undirsjóvartunnil millum Suðuroy og Sandoy, umframt teir vegir, sum skulu gerast í tí sambandi. Men uppskotið fevnir eisini um at geva nevndini heimild til at bjóða arbeiðið út.

Higartil hevur Løgtingið játtað 20 milliónir til fyrireikingararbeiðið. Forkanningarnar, sum fevna um jarðfrøðiligar kanningar, trygdarspurningar, linjuføringina, og annað, eru lidnar.

Harumframt verður arbeitt við einum fíggingarleisti og í hesum sambandi verður hugsað um, hvat tunnilin fer at kosta og hvørjar inntøkur eru væntandi av bummgjøldum.

Men í hesum sambandi skal eisini hugsast um, hvat landskassin fer at spara við tað, at siglingin hjá Smyrli verður niðurløgd.

Í hesum sambandi er ætlanin eisini, at ein partur av fíggingini skal fáast úr Íleggingargrunninum. Løgmaður sigur, at í januar í ár skrivaðu hann, og danski forsætisráðharrin, undir eina avtalu um at Íleggingargrunnurin skal yvirtakast á føroyskar hendur.

– Hetta hevur verið eitt mál, sum fleiri undanfarin landsstýri hava arbeitt við, sigur løgmaður.

Tá ið Íleggingargrunnurin kemur á føroyskar hendur, fáa Føroyar ffult ræðið á fænum í grunninum, sum er smáar 700 milliónir krónur.

Sosatt skal Løgtingið taka støðu til, hvat tað skal brúkast til. Sjálvur skjýtur Løgmaður upp, at helvtin av fænum, ella einar 350 milliónir krónur, skulu brúkast til nýggja farstøð í Vága Floghavn, og hin helvtin skal setast í Suðuroyartunnilin.