Ungdómskórið í Gøtu Kirkju á konsertferð í Wien

Kórið hevur tvær konsertir í Føroyum áðrenn kósin verður sett ímóti Wien

Fríðmundur Nattestad
25. juni 2024 kl. 12:15

Í døgunum 4-10. Juli fer Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiliga konsertferð í Wien. Konsertferðin er stásilig, tí kórið skal nevniliga framføra í somu stásiligu konsertsalum, har árliga nýggjárskonsertin úr Wien verður framførd og sjónvarpað.

Hetta boðar Gøtu kirkja frá í tíðindaskrivi.

Talan verður m.a. um konsertir í víðagitnu Musikverein – Golden hall, ORF RadioKulturhaus og stásiliga Wiener Konzerthaus. Til tvær av konsertunum framførir kórið einsamalt í góðan tíma, meðan ein er saman við orkestrum og øðrum kórum.

Musikverein – Golden hall


Høvið at framføra á slíkum støðum er sera avmarkað, men av tí at kórið regluliga hevur luttikið í altjóða kórkappingum og festivalum, við sera góðum úrslitum, síðan kórið varð stovnað í 2011, er hetta ein av orsøkunum, til at kórið í dag fær nógvar sera áhugaverdar inn- og avbjóðingar.

Í Føroyum verða tvey høvi at hoyra kórið áðrenn tey seta leiðina móti Wien. Kórið hevur nevnilig tvær summarkonsertir komandi vikuskifti, fyrst í Sørvágs kirkju leygardagin 29. juni klokkan 17 og síðan í Gøtu kirkju, sunnudagin 30. juni klokkan 19.

Til hesar konsertirnar fer kórið at framføra alla sína konsertskrá við verkum av m.ø.:  L. Fleming, C. Monteverdi, Chr. Præstholm, Z. R. Stroope, A. Dale, F. Ticheli,  W. L. Dawson, P. Christiansen, Símun Hammer,M. Hogan, L. Mason, P. Mealor A. Bruckner og Heitor Villa Lobos.

Konsertirnar hjá kórinum eru ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum, skrivar Gøtu kirkja.