Um eina løtu fáa vit at vita um tað verður semja - ella verkfall

Semingsuppskot er lagt fyri partarnar beint nú

Áki Bertholden
18. juni 2024 kl. 16:14

Í nakrar dagar hevur semingsmaðurin nú roynt at fáa semju í lag ímillum maskinmeistararnir, sum sigla við Strandferðsluni og Fíggjarmálaráðið.

Ta´stóð í botni og tí varð semingsmaðurin boðsendur og síðani hevur hann roynt at mýkja støðuna.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at nú var tað komið so langt, at hann helt, at tað var ráðiligt at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.

Tað hevur hann gjørt fyri eini lítlari løtu síðani og hann sigur, at partarnir hava fingið freist til klokkan 17 í dag at svara.