U18-landsliðið hjá monnum úttikið

Ungu hondbóltsmennirnir luttaka í U18 EM-endaspælinum í Montenegro í august

Fríðmundur Nattestad
17. juni 2024 kl. 13:15

Hondbóltssambandið boðar í dag frá, at venjararnir hjá U18 landsliðnum hjá monnum, Mark Lausen-Marcher og Kristinn Guðmundsson, hava úttikið hesar leikararnar til fyrireikingarkapping í Lübek í Týsklandi í juni, og U18 EM-endaspælið í Montenegro í august:

Málverjar:
Ingi Johannesen, H71
Bjarni Gunnarsson Jacobsen, VÍF

Vinstri vengur:
Jákup Egholm, Ikast FS (bert Montenegro)
Torkil S. Debes Dahl, VÍF (bert Týskland)

Høgri vengur:
Magnus Árason, Ikast FS
William Napoleon Djurhuus, H71

Strikur:
Helgi Jakob Haldorsson, H71
Erling Erlendsson, Kyndil
Jón Eyðunsson Midjord, H71

Bakspælarar:
Filip Haldansen, Vejle IES
Pauli Rasmussen, StÍF
Lýðar í Dímun, Ikast FS
Rúnar Hammer, Bjerrringbro-Silkeborg
Haraldur Karlsson, H71
Fríði Holm í Innistovu, VÍF
Jógvan Andreas Lamhauge, H71
Magnus Rubek Carlsen, H71

Málverjavenjari er David Henigman og liðleiðari Høgni Vilhelmsen.

Fyrireikingarkappingin er Nations Cup, sum verður leikt í sambandi við Handball Days í Lübeck í Týsklandi í døgunum 27. – 30. juni. Her sær skráin hjá Føroyum soleiðis út:

Hósdagin kl. 19.30 Føroyar – MTV Lübeck
Fríggjadagin kl. 17.30 Føroyar – Týskland
Sunnudagin kl. 09.00 Føroyar – Niðurlond

Dystirnir verða stroymdir og eru tíðirnar omanfyri føroyskar.


Til EM-endaspælið í august eru Føroyar komnar í bólk saman við Íslandi, Montenegro og Italia. Føroyar hava møtt Íslandi 4 ferðir í hesum árganginum. Ísland hevur vunnið allar 4 dystirnar, men hevur málmunurin ikki verið stórur. Montenegro hevur ikki spælt nakran altjóða skrásettan dyst við hesum árganginum enn, og tískil fyriliggur eingin meting av hesum liðnum. Italia vann seg til EM-endaspælið við at vinna á Litava og spæla javnleik móti Grikkalandi í undankapping.

Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 7. august Ísland – Føroyar
Hósdagin 8. august Føroyar – Montenegro
Leygardagin 10. august Føroyar – Italia