Týski dreymurin verður ikki veruleiki

Spania skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið tað vóru tveir minuttir eftir av longdu leiktíðini

Jóannes Hansen
5. juli 2024 kl. 20:06

Týskland varð roknað at vera ein av favorittunum í EM endaspælinum, sum er í Týsklandi. Ein annar av favorittunum varð Spania roknað at vera.

Í kvøld hittust Týskland og Spania í Stuttgart, og nú er tað greitt, at Týskland verður ikki europameistari í hesum umfari.

Spania var fyri tað mesta leikliga omaná, og inntil tað restaði ein lítil løta av vanligu leiktíðini, sá tað út til, at málið, sum Dani Olmo, ið umboðar týska Leipzig, skoraði seks minuttir steðgin eftir við fínum skoti av brotsteigarmarkinum, fór at vera nóg mikið til at røkka í hálvfinaluna.

Men so gekk tað, sum tað so mangan hevur gjørt, tá ið Týskland er annar parturin. Týsku vertirnir spældu álopsbogan í botn, og ein minutt undan leikloki var tað innskifti Florian Wirtz, ið umboðar Leverkusen, sum við hálvfluktara setti bóltin í málið og av álvara lyfti týska fótbóltsheimin..

Spaniumenn vóru vónbrotnir, tá ið dómarin bríkslaði av, og tað kendist sum um, at nú var tað Týskland, sum var best fyri at fara undir longdu leiktíðina.

Men spaniumenn royndu at manna seg upp, hóast teir tóktist vera rættiliga troyttir og høvdu skift fleiri av framrættaðu monnunum út.

At nógvir vóru øgiliga troyttir bar spentar støður við sær í báðum endum, og meðan tað varð talt niður til brotssparkskapping, skoraði Spania 2-1 sigursmálið. Eftir innlegg úr vinstru, var tað innskifti Mikel Merino úr Reals Sociedad, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

Týsku favorittarnir pakka nú saman.   Teir stóðu einki aftanfyri heimamenninar í longdu leiktíðini, og so varð talt niður til brotssparkskapping.

So var tað, at Spania í næstsíðsta minutti skoraði sigursmálið og tryggjaði sær pláss í hálvfinaluni, sum týskvøldið verður í München, har mótstøðuliðið verður vinnarin av fjórðingsfinaluni millum Portugal og Frakland, sum klokkan 20.