Tveir útlendingar handtiknir í grindini í gjár

Báðir fingu bót, men annar skal eisini í rættin

Áki Bertholdsen
29. juni 2024 kl. 09:42

Tað var heilt fitt av umboðum fyri umhvørvisfelagsskapum i grindini í Hvannasundi í gjár og tey gjørdu nógv burtur úr at taka myndir.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vórðu tveir mans handtiknir. Fyri at grindafólkið skuldi fáa arbeiðsfrið, varð alt øki rundan um grindina lýst at vera grindaøki. Tað merkir, at óviðkomandi skulu halda seg burtur frá, bæði á landi, á sjógvi og í luftini. 

Men í hesum sambandi vórðu tveir útlendingar tiknir. Annar vildi ikki siga, hvussu hann æt og tí varð hann handtikin. Løgreglan fann kortini passið hjá manninum, so tey fingu staðfest, hvør hann var. 

Tað einasta, fólk hava skyldu at upplýsa løgregluni, er, hvussu tey eita, hvar tey búgva, og nær tey eru fødd. Tey, sum ikki vilja tað, fáa 1.000 krónur í bót og tað fekk hesin maðurin eisini.

Ein annar útlendingur varð eisini tikin, men tað var fyri at flúgva við dronu uppi yvir grindini. Løgreglan sigur, at grindafólk meldaðu, at ein drona sveimaði yvir grindini og tey høvdu eisini sæð dronuføraran.

Løgreglan tók hann fyri ólógliga dronuflúgving og tað fekk hann 3.5000  krónur í bót fyri, umframt at hald er lagt á dronuna. Seinni skal Føroya Rættur so gera av, um løgreglan hevði rætt til at leggja hald á dronuna, ella um hann skal fáa hana aftur.

Hesin maður noktaði fyri at hava nakað við umhvørvisfelagsskapir at gera, hóast hann var við fylgi við umboðum fyri tey. Hann segði, at hann var bara vanligur fotografur - men úrslitið var so tað sama.

Av tí, at talan er um útlendingar, skulu bøturnar rindast á staðnum.

Seinni um kvøldið, tá ið tey vóru í ferð við at merkja grindina, meldaðu fólk aftur, at ein drona sveimaði uppi yvir, men hesa ferð eydnaðist ikki at finna dronuføraran.

Og í nátt koyrdi løgreglan runt, har tey fingust við grind fyri at kanna um nakar gjørdi ónáðir, men tað var tað ikki.

Samstundis vóru fleiri bilførarar kannaðir fyri at vita um teir vóru edrúir, og tað vóru teir.