Tunlarnrir Norður um Fjall verða kanska royndartunlar fyri fólk á súkklu

Men so mugu pengar fylgja við, sigur landsstýrismaðurin

Her eru tveir á veg ígjøgnum Eysturoyartunnilin á súkklu. Tað er ikki loyvt, men kanska verða umstøður gjørdar til fólk á súkklu í nýggju tunlunum Norður um Fjall
Áki Bertholdsen
2. juli 2024 kl. 16:35

Kanska verða nýggju tunlarnir Norður um Fjall, royndartunlar fyri fólk á súkklu. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Eirikur í Jákupsstovu, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvørjar tankar hann ger sær um at seta súkklukontaktir upp við tunnilsmunnarnar í tunlunum norður um Fjall?

Endamálið við súkklukontaktum er, at fólk á súkklu skulu kunna trýsta á eina kontakt uttanfyri tunnilin, sum síðan ávarar bilførarar um, at súkklur eru í tunlinum og so at teirsostatt mugu vera serliga varnir.

Løgtingsmaðurin sigur, at Landsverk hevur lagt upp til, at er talan um strekki, sum eru styttri enn fimm kilometrar, ber væl til at gera súkkluferðslu til ein fastan part av gerandislívinum hjá fólki. 

 – Tá ið tunlarnir norður um Fjall eru tiknir í brúk, verða góðir fimm kilometrar úr miðbýnum í Klaksvík til Árnafjarðar, og av teimum verða einir tveir kilometrar í sjálvum tunlunum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Dennis Holm ásannar, at umstøðurnar at súkkla í tunlunum í Føroyum eru ikki serliga góðar, og tað avmarkar eisini talið á fólki, sum súkkla ígjøgnum tunlarnar. 

– Tað hevur stóran týdning at gera umstøðurnar betri, og at hugsa um trygdina, sigur hann.

Landsverk hevur mælt til at brúka súkklukontaktir fyri at betra um trygdina hjá súkklandi í tunlinum. Hann sigur, at súkklukontaktur verður nógv brúkt í Noregi, í stuttum tunlum við avmarkaðari ferðslu.

– Landsverk mælir eisini til at gera eina royndarverkætlan við súkklukontaktum í onkrum tunli í Føroyum, sigur Dennis Holm.

– Ein tílík royndarverkætlan kundi verið í tunlunum Norður um Fjall, tí talan her er um stuttar tunlar við lítlari ferðslu, sigur Dennis Holm.

Hann sigur, at ein slík skipan er mett at kosta 150.000 - 250.000 krónur fyri hvønn tunnil, men harumframt krevst peningur til at reka skipanina og til at reka hana, sigur hann.

Og tí sigur hann eisini, at ein slík skipan gerast, mugu pengar fylgja við so at rakstrarjáttanin hjá Landsverki, hækkar.