Trump og Biden bresta saman í sjónvarpskjaki í nátt

Kjakið í nátt kann hava sera avgerandi týdning, í einum søguliga tøttum amerikonskum valdysti

Ragnar Sjúrðarson
27. juni 2024 kl. 22:25

Amerikanska forsetavalið verður veruliga skotið í gongd í nátt, tá fyrrverandi og núverandi forsetin, Donald Trump og Joe Biden, hittast andlit til andlit fyri fyrstu ferð síðan 2020.

Bæði Donald Trump og Joe Biden vóna at kjakið í kvøld kann verða til teirra fyrimun, í eini tíð har veljarakanningarnar hava verið púra javnar í mánaðavís.

Eitt sjónvarpskjak í bestu senditíð, við umleið 70 milliónum hyggjarum, er ein av hendingunum, sum kunnu broyta ein valdyst. 

Fær Donald Trump handfarið spurningarnar um álopið á Kongressina, sítt nýggja heiti sum dømdur brotsmaður og tey trý revsimálini, ið hanga yvir høvdi hansara?

Megnar Joe Biden at sannføra hyggjararnar um at hann ikki er ov gamal og senilur, og at hann hevur stýr á fíggjarstýringini, hóast mong kenna seg fíggjarliga verri fyri í dag samanborið við tíðina tá Trump ráddi fyri borgum?

Bæði valevnini hava greiðar veikleikar, og kjakið í nátt verður teirra fyrsti veruligi møguleiki til at vátta ella avvátta teir á tí størsta pallinum. Báðir vóna, at mistøkini hjá hinum koma fram í ljósið, og verða løgd alment fram fyri teimum mongu milliónunum, ið ikki hava fylgt við í valdystinum fyri enn nú, og at kjakið harvið verður við til at skilgreinað restina av valdystinum.

Hetta er millum annað orsøkin til, at báðir hava verið til reiðar at kjakast longu nú. Ongantíð áður hevur eitt sjónvarpskjak millum forsetavalevnini ligið so langt undan sjálvum valinum. Men tað fylgja eisini vansar við at hava fyrsta kjakið nú. Skuldi ein teirra klárað seg illa, fara teir tveir mánaðarnir at kennast sera langir, ið eru til næsta kjakið tann 10. September.

Fyri Joe Biden er tað altavgerandi at prógva, at hann kroppsliga og sálarliga er til reiðar at sita sum forseti í fýra ár afturat. Hann er longu tann elsti forsetin nakrantíð, og skuldi hann verið endurvaldur, verður hann 86 ár, tá hann fer av skútuni aftur. Ein risa meiriluti av amerikanarum heldur, at hann er ov gamal at vera forseti.

Hjá Donald Trump snýr tað seg um at hava bæði beinini á jørðini, og ikki vera ov ágangandi. Í fyrsta kjakinum millum teir báðar í 2020 breyt hann Joe Biden og vertin Chris Wallace av ikki færri enn 128 ferðir uppá 90 minuttir. Kendasta brotið frá tí kjakinum er tá bikarið hjá Joe Biden fleyt yvir, og hann segði “Halt nú kjaft, maður”.

Toymið handan Joe Biden lýsir Donald Trump sum eina leysa kanón, við ekstremistiskum og diktatoriskum boðskapum. Sum ein mann, ið misti vitið og skilið tá hann tapti valið í 2020. Ein mann uttan ein tanka um onnur enn seg sjálvan, sum er ørur eftir at hevna tapið í 2020.

So um Donald Trump skal sannføra ivandi moderatar republikanarar og teir avgerandi veljararnar á miðjuni um, at hann – hóast fleiri dómar og revsimál, hóast álopið á kongressina – aftur skal verða forseti, nyttar tað ikki, at hann brúkar sama bondska retorik, sum hann ger til sínar veljarafundir, har hann borðreiður við lygnum um valsvik í 2020 og uppáhaldum um eina korrupta rættarskipan.

Í staðin skal hann halda fokus á politiska substansinum. Á fíggjarstýringina, sum fleiri meta var betri undir honum. Um støðuna í heiminum, sum var friðarligari tey árini hann var forseti frá 2016 til 2020. Og um tilflytingarpolitikkin, sum nógv halda er alt ov linur undir Biden.

Kjakið byrjar klokkan 02 í nátt føroyska tíð og verður millum annað sent á DR2.