Trump fingið lutvíst tingóviðnæmi

Amerikanski hægstirætturin tók í dag avgerð í málinum um Donald Trump, og tá viðhaldsfólk stormaðu Kongressina í 2021.

Rúni Korsgaard
1. juli 2024 kl. 21:45

Málið snýr seg um, hvørt Donald Trump kann revsirættarliga verða lógsøktur fyri at royna at taka undan úrslitið av amerikanska forsetavalinum í 2020, og at eggja viðhaldsfólki sínum at herja á lóggávutingið í USA t. 6 januar í 2021.

Hægstirættur hevur tikið støðu til, at fyrrverandi forsetin var vardur av tingóviðnæmi, sonevndum embætisligum immuniteti, tá hann vardi av forsetaembætinum, og sostatt kann hann ikki verða lógsøktur fyri møguligar ólógligar gerðir, hann gjørdi, meðan hann var forseti.

Hægstirættur sigur, at mann sum forseti hevur fult tingóviðnæmi, um tað er almennar gerðir, mann hevur gjørt sum partur av embætinum.

Avgerðin merkir ikki, at gerðir Trumps sum privatpersónur ella forsetavalevni ikki kunnu revsast.

Hægstirættur sendir somuleiðis málið aftur til lægri rættarstig.