Tríggjar grannauppgerðir við greiðum favorittum bíða

Ein av teimum er tann millum Frakland og Belgia, sum verður mánadagin

Danir fara leygarkvøldið at spæla grannauppgerð ímóti týsku heimafavorittunum
Jóannes Hansen
26. juni 2024 kl. 23:30

So er bólkaumfarið liðugt, og nú er tað greitt, hvør er á veg til hús, og hvør fer at spæla ímóti hvørjum í 1/8 finalunum í EM endaspælinum í Týsklandi.

Í trimum av teimum átta dystunum, sum vera frá leygardegnum og fram til týsdagin, verður talan um grannauppgerðir.

Tvær grannauppgerðir vera leygardagin. Tann fyrra verður millum Sveis og Italia, sum vann kappingina í 2021, og sum verður roknað at vera favorittur at vinna seg í 1/4 finaluna. Og tann seinna verður leygarkvøldið millum Týskland, sum verður roknað at vera stórfavorittur ímóti Danmark.

Triðja grannauppgerðin verður mánadagin klokkan 17, tá ið Frakland og Belgia hittast. Felags fyri Frakland og Belgia er, at tey higartil ikki hava avrikað so sannførandi. Eitt nú var tað einki at rópa hurra fyri, tá ið Belgia í dag var partur av málleysum dysti ímóti Ukraina.

Tað ber til at gera metingar, men soleiðis, sum gongdin higartil hevur verið, so fer onkur av teimum, sum verða roknað at vera favorittar í 1/8 finaluni neyvan við, tá ið tað verður farið undir 1/4 finalurnar.

Hóast avrikini hjá Englandi hava verið vánalig, og miðlarnir hava lítið ella rættari sagt einki gott at bera Gareth Southgate og hansara monnum, so verður England roknað at vera favorittur, tá ið Slovakia sunnudagin verður mótstøðuliðið.

Og hóast Georgia í kvøld tók øll á bóli við at vinna 2-0 ímóti Portugal, so verður Spania roknað at vera stórfavorittur, tá ið Georgia sunnukvøldið verður mótstøðuliðið.

Portugal verður roknað at vera favorittur ímóti Slovenia, sum hevur megnað meiri, enn tað frammanundan varð roknað við. Holland verður roknað at vera favorittur ímóti Rumenia, og so kennist tað vera rættiliga opið, tá ið Turkaland fer at spæla ímóti Eysturríki, sum hevur tikið fótbóltsheimin á bóli. Eitt nú við at vinna 3-2 ímóti Hollandi.

Leygardagin 29. juni

Sveis – Italia kl. 17.00 Olympiastadion Berlin

Týskland – Dan­mark kl. 20.00 Westfalenstadion Dortmund

Sunnudagin 30. juni

Eng­land – Slovakia kl. 17.00 Arena Auf Schalke Gelchenkirchen

Spania – Georgia kl. 20.00 Rhein Energie Stadion Köln

Mánadagin 1. juli

Frak­land – Belg­ia kl. 17.00 Merkur Spiel-Arena, Düsseldorf

Portugal – Sloven­ia kl. 20.00 Waldstadion Frankfurt

Týsdagin 2. juli

Rum­en­ia – Hol­land kl. 17.00 Allian Arena München

Eyst­ur­ríki - Turka­land kl. 20.00 Red Bull Arena Leipzig

1/4 finalurnar

Týskland/Danmark – Spania/Georgia

Portugal/Slovenia – Frakland/Belgiea

Rumænia/Holland – Eysturríki/Turkaland

England/Slovakia – Sveis/Italia