Tórshavnar Kommuna setir 17 milliónir av til lønarlyftið

Á býráðsfundi í dag hevur Tórshavnar Býráð samtykt at seta umleið 17 milliónir krónur av til lønarlyftið hjá fakbólkunum á umsorganarøkinum.

Terji Nielsen
20. juni 2024 kl. 21:23

Lønarlyftið hjá Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum, sum kom í gildi tann 1. januar 2024, bleiv útgoldið fyri fyrstu ferð í apríl og mai 2024 hjá starvsfólki í Tórshavnar Kommunu. 

Lagt er ikki upp fyri hesum lønarlyfti í fíggjarætlanini hjá kommununi fyri í ár, tí tað var ógreitt, hvørja upphædd talan fór at verða um.

Kommunustjórin, fyrisitingarstjórin, trivnaðarstjórin og heilsu og umsorganarstjórin mæltu til at játta íalt kr. 16,9 mió. Upphæddin verður fíggjað av meirinntøkum fyri 2024.

Fíggjarnevndin samtykti 11. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi fyrr í kvøld, men tá talan er um eykajáttanarmál, so skal tað hava tvær viðgerðir, skrivar Tórshavnar Kommuna.