Tórbjørn Jacobsen avsannar leysasøgu um grind

Hetta er tað reina vrøvl, sigur hann

Áki bertholden
29. apríl 2024 kl. 12:26

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík, hevur lovað útlendskum feløgum, sum hava ferðafólkaskip, at koma tey á Runavík, skulu tey ikki verða órógvað av grindadrápið ímeðan tey eru her.

Tað varð ein søga, sum varð borin fram á aðalfundi í Grindamannafelagnum seinasta leygardag.

Hesi seinastu árini hava tey ymsastaðni kring landið, lagt nógv arbeiði í at fáa útlendsk ferðafólkaskip til Føroya.

Men síðsta summar hendi tað, at grind varð hildin til í Havn ímeðan eitt av hesum ferðafólkaskipum lá við bryggju. Hetta skuldu ferðafólkini verða so skelkað av, at felagið, sum eigur skipið, mátti biðja tey so miriliga um umbering og lova teimum, at slíkan skelk skuldu tey ikki útsetast fyri eina ferð afturat.

Og í kjalarvørrinum á tí eru søgur farnar at ganga um, at Tórbjørn Jacobsen skal hava lova feløgum, sum hava slík skip, at koma tey í eina Havn í Runavíkar kommunu, verður grind ikki hildin til ímeðan tey eru har.

Men hetta avsannar borgarstjórin í Runavík. Hann sigur, at hann hevur hoyrt hasa søguna, men at talan er ikki um annað enn eina leysasøgu, sum einki hald er í.

Sostatt sigur hann, at hann hevur ikki lovað nøkrum nakað sum helst í hesum sambandi. 

– Hetta er tað reina vrøvl, sigu Tórbjørn Jacobsen. Hann sigur, at hann hevur ongantíð lovað nøkrum nakað sum helst í sambandi við grind. 

Hann vísir á, at tað hevur hann heldur ikki heimild at lova nøkrum, tí borgarstjórar hava einki sum helst við grindadráp at gera.

– Tað eru bara sýslumaðurin, sum ger av, um ein grind skal haldast til, ella ikki, sigur hann. 

Tað einasta, kommunan hevur við grind at gera, er at taka leivdirnar upp aftur eftir at tað er skorið upp, leggur hann afturat.

Og sum vit skrivaðu í gjár, hevur Grindamannafelagið tað greiði støðu, at vit skulu ikki laga okkara grindaveiði til útlendsk ferðafólk.

Les meiri um tað her:  https://www.dimma.fo/grein/vit-skulu-ikki-gevast-at-drepa-grind-ti-at-tad-skelkar-summu-ferdafolk