Tók átta minuttir at sløkkja eldin

í gjárkvøldið kom eldur í ein bát á Argjum, men tey vóru heppin

Áki Bertholdsen
3. mai 2024 kl. 07:40

Klokkan 20.44 í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum báti, sum lá í bátahylinum á Argjum. Men tað var so heppið, at akkurát tá hevði sløkkiliðið brandvenjing á Landssjúkrahúsinum, so tey vóru ótrúliga skjótt á staðnum. Og løgreglan sigur, at longu átta minuttir seinni, ella klokkan 20.52, var eldurin sløktur.

Eigarin hevði verið á floti um dagin, men annars vita tey ikki, hví eldur kom í bátin, men tað verður nu kannað. Tey vita heldur ikki, hvussu stórur skaðin er, men tað var opin eldur, so nakað av skaða er.