Tí er tað sera týdningarmikið at vit eisini veiða springara

Í fjør vórðu bara 10 springarnar hildnir til

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 16:30

Tað hevur sera stóran týdning at vit halda fram at drepa springara. Tað var ein boðskapur frá Esmari Joensen, formanni í Grindamannafelagnum, á aðalfundi í grindamannafelagnum. 

Hann vísir á, at í fjør vórðu bara 10 springarar hildnir til, men í 2022 var eingin springari hildin til. 

Men so var tað í septembur 2021, at tað tiltikna springaradrápið var á Skálafjørðinum, har yvir 1.400 springarar vórðu hildnir til.

Eftir ta springaradrápið fór Grindmannafelagið undir eitt miðvíst arbeiði fyri at menna ein serligan mønustingara til springara. Men síðani tá eru, sum sagt, bara 10 springarar hildnir til.

– Tað tykist sum um at vit ikki eru ordiliga samd um, antin vit yvirhøvur skulu halda springara til, segði hann.

Men Esmar Joensen sigur, at skal tað eydnast at menna ein fullgóðan mønustingara til springara, er eisini neyðugt at teir verða hildnir til. Samstundis er víst á, at springari er umfataður av grindalógini og at vit hava loyvi at veiða springara á jøvnum føti við grind.

Tí hevur tað sera stóran týdning, at vit eisini halda springara til, staðfesti hann. 

Men setti eisini spurningin hví eingin springari verður hildin til. Hann vísir á, at eftir springaradrápið á Skálafjørðinum, setti landsstýrið kvotu á springara og kvotan var 500 springarar um árið.   

– Kann orsøkin til at springarir ikki verða hildnir til, vera, at tey aftra seg við at gera tað fyri ikki vandi ikki skal vera fyri at fara upp um kvotuna, spurdi hann.

Undir øllum umstøðum er veruleikin, at vit hava bara eitt ein lítlan brotpart av springarakvotuni, sigur hann.

Sjálvur undrast hann á, at vit yvirhøvur hava kvotu á springara, tí nú vita vit, at teir springarar, sum leggja beinini her, er av einum felags stovni sum er um alt Norðuratlantshav, og sum eisini er størri enn stovnurin av grindahvali - og har er eingin kvota.

Hann heldur eisini, at tað er óskiljandi at í 2022vórðu 98 hvessingar hildnir til á Skálafjørðinum. Tað er eingin kvota á hvessingi hóast vit vita nógv minni um tann stovnin enn vit vita um stovnin av hvítskjórutum springara, sum er tað slagið, vit veiða. 

Á aðalfundinum varð eisini staðfest, at tað eru ikki øll grindaøki, sum ikki vilja halda springara til, tí tað er ikki siðvenja har.