Tað verða færri og færri føroyingar í Føroyum

Fólkatalið kvinkar framvegis uppeftir - men tað eru bara útlendingar, sum fáa fólkatalið at veksa

Áki Bertholdsen
10. september 2024 kl. 10:12

Fólkatalið í Føroyum heldur fram at veksa. Men nú er vøksturin lítil og eingin ímóti tí, hann hevur verið hesi seinastu árini.

Og ein annar stórur munur er, at tað er ikki við føroyingum, at fólkatalið veksur. Tvørturímóti minkar talið á føroyingum í Føroyum, men tað er talið á útlendingum, sum veksur.

Í dag búgva 54.908 fólk í Føroyum og tað eru 296 fólk, ella 0,5 prosent meiri enn fyri einum ári síðani. Hetta er tað minsta, fólkatalið er vaksið hesi seinastu 10 árini, tá ið vøksturin tók dik á seg.  

Í roynd og veru er tað bara helvtin av tí, vøksturin var frá august í 2022 til august í 2023, tí tá vaks fólkatalið 571 fólk.

Sostatt staðfestir Hagstovan, at fólkavøksturin í Føroyum heldur fram - men vøksturin verður alsamt minni og minni.

Tað, sum minkar mest, er tilflytingin til Føroya, tí hon er minkað meiri enn eina helvt.

Men burðaravlopið er eisini nógv minkað. Burðaravlopi, er munurin millum fødd og deyð og hetta seinasta árið var burðaravlopi bara 129 fólk - og tað er tí at nógv færri børn verða fødd. Hetta seinasta árið eru bara 549 børn fødd í Føroyum og tað eru 67 børn færri enn tað vóru fødd frá august í 2022 til í august í fjør.

Hinvegin er talið á fólki sum doyggja, rættiliga støðugt. Hetta seinasta ári eru 420 fólk deyð og tað eru tvey fleiri enn frá august í 2022 til august í fjør.

Men tann stóra broytingin, sum loypur í eyguni, er, at ný flyta fleiri føroyingar av landinum enn tað flyta til Føroyar. Og sostatt er tað útlendingar, sum flyta til Føroya, sum fáa fólkatalið at veksa,.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at hetta seinasta árið eru 888 danskir ríkisborgarar fluttir til Føroya. Afturfyri fluttu 1.017 danskir ríkisborgarar úr Føroyum. Sostatt fluttu 129 danskir ríkisborgarar úr Føroyum enn tað fluttu til Føroyar.

Hinvegin fluttu 728 útlendingar til Føroya, men tað fluttu 432 útlendingar úr Føroyum. Tað merkir, at tað flutti 296 útlendingar fleiri til Føroyar enn tað fluttu av landinum.