Tað er so gamalt at tað er ikki neyðugt við góðkenning  

Landsverk roynir at minka um luktin frá asfaltgoymsluni í Hósvík

Áki Bertholdsen
17. september 2024 kl. 10:41

Asfaltgoymslan hjá Landsverki í Hósvík er so gomul, at hon sleppur undan krøvunum um, at slík virki skulu hava umhvørvisgóðkenning.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, sum varðar av Landsverki.

Kim Durhuus, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann um tað passar at asfaltsgoymslan í Hósvík ikki lýkur øll lógarkrøv og sostatt heldur ikki hevur nakra umhvørvisgóðkenning.

– Eini 50 fólk hava sítt dagliga yrki á bryggjuni. Samstundis er vegurin nakrar fáar metrar frá, og Hósvíkar bygd er nakrar hundrað metrar frá goymsluni, staðfestir løgtingsmaðurin.

Hann heldur, at tí er tað sera undranarvert, at asfaltsgoymslan hjá Landsverki ikki heldur krøvini um umhvørvisgóðkenning.

Landsstýrismaðurin sigur, at asfaltgoymslan, ella bitumengoymslan, varð bygd, áðrenn lógin um umhvørvisvernd kom í gildi í 1988, og tí krevst ikki umhvørvisgóðkenning. Goymslan í Hósvík er upprunaliga frá 1977, og tann seinasti tangin er frá 1985.

Men landsstýrismaðurin leggur dent á, at hóast goymslan ikki hevur umhvørvisgóðkenning, er hon undir eftirliti hjá Umhvørvisstovuni, tí slíkar goymslur eru fevndar av lógini um umhvørvisvernd og skulu lúka krøvini í henni.

Landsverk nýtir bitumen, ella jarðbik, sum tað eitur á føroyskum, til at gera asfalt. Í asfalti eru fimm prosent jarðbik og 95 prosent er skervur og sandur.

Landsverk keypir jarðbik eina, ella tvær ferðir um árið og allar veitingarnar verða bjóðaðar út alment, og tað kemur til landið við skipi. 

Dennis Holm sigur, at í sambandi við seinastu veitingina av jarðbiki í vár, frætti Landsverk at hósvíkingar høvdu ampa av lukti.

Landsverk ætlar tí at seta størri krøv, næstu ferð tey fáa jarðbik og gevur tað úrslit, fer tað vónandi at minka um luktin.

Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverk viðger regluliga, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja umhvørvið og tí verður filtur skjótt sett á tangarnar í Hósvík fyri at minka um luktin.

– Á Landsverki verður støðugt arbeitt við at broyta virksemið, so tað er so trygt sum til ber - og til minst møguligan ampa fyri umhvørvið, sigur Dennis Holm.

Hann sigur, at í tí sambandi setti Landsverk fyri nøkrum árum síðani eitt starvsfólk til at arbeiða burturav við heilsumálum, trygdarmálum og umhvørvismálum.

Ein uppgáva hjá hesum samskiparanum er at hava eftirlit við, at arbeiðið verður framt í samsvari við galdandi lóggávu innan umhvørvisvernd, sigur landsstýrismaðurin.