Tað er ongantíð hent fyrr

Kvinnurnar í Vágum brutu regluna, sum hevur verið galdandi øll árini

Áki Bertholdsen
27. apríl 2024 kl. 20:55

Sambært hagtølunum skuldu tær ikki vinna - men tað gekk øðrvísi.

Sostatt er Dráttur føroyameistari hjá kvinnum í flogbólti. Tað varð greitt eftir eina drúgva finalu ímóti Fleyr í ítróttarhøllini á Hálsi í dag.

Hetta var tann seinni finaludysturin. Tann fyrri var fyri eini viku síðani, og hann vann Fleyr. Og tað hevur altíð verið soleiðis, at tann, sum vann tann fyrra dystin, vann eisini tað seinnu, og gjørdust føroyameistari.

Men reglur eru til fyri at brótast - og tað vórðu tær eisini í dag, tí endin varð nevniliga, at Dráttur gjørdi bart og vann FM. Men tað varð ein drúgvur dystir, tí í seinnu finaluni í dag, noyddust liðini fyrst at spæla fimm sett, áðrenn Dráttur vann dystin. 

Eftir at Dráttur vann í dag, høvdu Fleyr og Dráttur vunnið ein dyst í part og tí varð neyðugt við einum umdysti - einum gullssetti, har spælt varð upp í 15.

Fyri Fleyr var hinvegin nóg mikið at vinna vanliga dystin í dag fyri at tryggja sær føroyameistaraheitið.

Fleyr fekk eisini flúgvandi byrjan í dag og vann fyrsta settið 25-16.
Men Tereza Kerpčarová, sum hevði verið væl pakkað inn í fyrru FM-finaluni og eisini í fyrsta setti í dag, fór nú at gera meira um seg, og við henni á odda javnaði Dráttur til 1-1 í settum. Í triðja setti var 24-24 og við blokki vann Henrikka Wang Jacobsen settið 26-24 fyri Drátt.
Fleyr hevði sjálvsagt ikki hug til gullsett, og tí skuldi fjórða sett vinnast. Hetta tóktist vera komið undir land tá Fleyr legði seg á odda 19-12, men Dráttut bardi seg innaftur í settið og minkaði um munin til 21-22 og 23-24, áðrenn Hanna A. Olsen við dundursmassji vann settið fyri Fleyr.
Dráttur fleyg avstað í javnbrótaranum og legði seg á odda 6-2, men Fleyr hevði framvegis ikki hug til gullsett og bardi seg upp á 7-8 til Drátt. Men so vann Dráttur aftur fýra bóltar á rað, men enn einaferð kom Fleyr afturíaftur og bardi seg upp á 12-13. 

Men eitt dupultslag gjørdist kostnaðarmikið fyri Fleyr, og Dráttur fekk dystarbólt sum Tereza Kerpčarová vann við einum diagonalum smassji.
So var gullsett upp í 15 á skránni. Fleyr var flúgvandi og legði seg á odda 5-2, men eftir framúr servur frá Sissal Ellevsdóttir, javnaði Dráttur og fór framum 7-5. 

Og meistaraheitið tóktist vera komið í hús, tá Dráttur legði seg á odda 11-6. Men langt skuldi tó vera eftir á mál, vísti tað seg, tí Fleyr javnaði til 11-11 og 12-12. Fleyr servaði síðan í netið, og sendi næsta bóltin út av vøllinum, og so átti Dráttur dystarbólt – ella gullbólt. 

Hann trýsti Jórun Elisdóttir Wang niður í gólvið frammi við netið, og so var Dráttur føroyameistari á fjórða sinni. – Og fyrstu ferð greipuvinnari í søgu felagsins, og tað er ein long søga, tí Dráttur varð stovnað fyri 40 árum síðani.
Hetta var eisini fyrstu ferð, síðani farið varð at spæla FM-finalur í 2010, at tað liðið, sum ikki hevur vunnið fyrsta finaludystin, er vorðið føroyameistari.

Føroya Tele-deildin, kvinnur:

Seinna FM-finalan:
Dráttur – Fleyr 3-2 (16-25, 25-18, 26-24, 23-25, 15-12)
Gullsett: Dráttur – Fleyr 15-12