Tað endar endar helst við verkfalli hjá SEV og IRF

– Men tað er bara eg sum veit, nær verkfallið verður, sigur formaðurin í Maskinmeistarafelagnum

Áki Bertholdsen
9. september 2024 kl. 10:13

– Tað endar nokk við við, at tað verður verkfall.

Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú fullkomin naggatódn er komin í samráðingarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, sum nýggjar sáttmálar fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.

Sáttmálin gekk úr 1. oktobur í 2022, men nú gongd loksins kom á samráðingarnar, stóð sum í berginum.

Í farnu viku kastaði eisini semingsmaðurin frá sær og tað er so langt ímillum partarnar, at tað er lítil og eingi útlit fyri eini semju.

Tað, sum skilur partarnar er spurningurin um at fáa greiðar reglur fyri arbeiðstíðina og frítíðina hjá maskinmeistarunum.

Maskinmeistarafelagið og KAF geva hvørjum øðrum skyldina fyri, at vandi nú er fyri verkfalli.

KAF sigur, at tað eru greiðar reglur fyri arbeiðstíðir og frítíð og tað eru reglur sum undanfarnar nevndir í Maskinmeistarafelagnum hava góðkent.

Maskinmeistarafelagið sigur, at KAF vil ikki hava greiðar reglur um arbeiðstíðir tí fyri tað um vit hava havt eina mannagongd, merkir tað ikki, at tað er rætt fyri tað, sigur formaðurin.

Hann sigur, at sum støðan er nú, kunnu maskinmeistarar, við 24 tíma freist, um at halda frí hósdag og fríggjadag fyri síðani at arbeiða í vikuskiftunum, uttan at fáa yvirtíð.

Maskinmeistarar kunnu eisini fáa boð um at vera á tilkallivakt í eina viku, uttan at fáa nakra samsýning fyri tað.

Hann sigur, at tey hava biðið SEV um alment innlit í tímaseðlarnar hjá maskinmeistarunum tí tey halda, at tað fer at vísa, hvussu óskipaðar reglurnar um arbeiðstíðir eru.

Úrslitið av tí verður so avgerðandi fyri, hvussu farið verður fram, sigur hann.

Arnfinn Bech sigur, at naggatódnin er so stór, at tað endar nokk við, at tey fara at lýsa verkfall. Men nær tað verður vil hann ikki siga nakað um.

– Tað er bara eg sum kenni tíman og dagin, sigur hann. Tað er tó greitt, at tað verður ikki ein av fyrstu døgunum.

Verður boðað frá verkfalli skal tað vera við eini freist upp á minst 72 tímar. Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, at tá ið tað er gjørt, kann semingsmaðurin koma upp í og útseta verkfalli í eina viku.  

Tað er eisini ein spurningur um, hvussu umfatandi verkfallið verður. Men verða undantøk givin, fara maskinmeistararnir at krevja eina samsýning fyri tað.

Tað er eisini ein spurningur um Løgtingið leggur upp í og forðar fyri verkfallinum við lóg við teirri grundgeving, at streymveitingin er so avgerðandi fyri samfelagið, at hon má ikki slitna.

– So fáa vit at síggja, hvussu avgerandi streymveitingin er - og hvat SEV vil rinda fólki í løn fyri at at útinna eitt arbeiði, sum er so avgerandi fyri samfelagið, sigur Arnfinn Bech.

Maskinmeistararnir hjá SEV vóru í verkfalli fyrst í hesi øldini og tá var avleiðingin, at streymurin var slitin fleiri ferðir, nakrar tímar um dagin.

Men tað gekk ikki leingi, so legði Løgtingið upp í og endaði verkfallið við lóg.