Sveis tók stórt stig rætta vegin

Kwadwo Duah, sum er nýggjur á landsliðnum, legði Sveis á odda við sínum fyrsta landsliðsmáli

Jóannes Hansen
15. juni 2024 kl. 18:11

Sveis vann í dag 3-1 í bólki A ímóti Ungarn. Hetta var seinni dysturin í fyrsta umfari í hesum bólkinum. Tá ið havt verður í huga, at Týskland vann 5-1 ímóti Skotlandi, so ber tað til at siga, at Sveis við sigrinum í dag er favorittur at vinna seg víðari í kappingini saman við týsku heimafavorittunum.

Serfrøðingar hava ivast í, hvussu skikkað sveisiska liðið er at bjóða seg til í EM endaspælinum. Serliga í fyrra hálvleiki gjørdu sveisararnir hesum heilt til skammar.

Sveis var heilt greitt omaná undan steðginum, og tað var kæti í sveisisku leguni, tá ið Kwadwo Duah legði Sveis á odda í 12. minutti. Hetta var bara aðru ferð, at hann var á landsliðnum og fyrstu ferð, at hann var millum teir fyrstu ellivu, og so skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum.

-Hetta kennist framvegis sum dreymur. Eg kendi tað sum um, at eg sprongdist inni í mær sjálvum, tá ið bólturin fór í málið, segði ovurfegni málskjúttin á tíðinafundi eftir dystin.

Bólturin varð spældur fram ímillum miðverjarnar, og hjálpardómarin veittraði fyri rangstøðu, men VAR vísti, at álopsspælarin var røttu megin rangstøðulinjuna og so var 1-0.

Undan steðginum varð tað 2-0, tá ið Michel Aebischer við langskoti legði bóltin dygst niðri við stólparótina og í málið.

Sveis hevði eisini eftir steðgin tak á spælinum, men mál broyta dystir. Eftir at Barnabas Varga við høvdinum setti bóltin í sveisiska málið og tað var 2-1, mistu sveisrararnir eina løtu takið, og spurningurin var, um tað fór at eydnast Ungarn at javna.

Tí var rómin øgiligur í sveisisku leguni, tá ið Breel Embolos í tíðini, sum dómarin legði aftrat staðfesti 3-1 sigurin.