Stuðulin frá Team Rynkeby er metstórur

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.770.000 krónur

Mynd: Tórvør og Einar Vang
Team Rynkeby
14. september 2024 kl. 19:55

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París í ár, var handaður Ragnari Isaksen vegna Cystisk fibrosufelagið á samkomu í Aulini í Eysturskúlanum í dag. Nakað av stuðlinum í ár verður eisini latin Autismufelagnum og ADHD-felagnum.

Samlaða upphæddin er 1.770.000 krónur, og tað er met.

Tá ið Team Rynkeby á sinni byrjaði, varð stuðulin einans latin børnum við krabbameini og familjum teirra. Hetta er nú broytt soleiðis, at Team Rynkeby letur stuðul til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra, og sostatt eisini til børn við til dømis lungna- og hjartasjúkum. Onnur ár er stuðulin latin Beranum og Sinnisbata. Team Rynkeby vil við hesum miriliga takka fyri allan stuðul og styrk sum privatpersónar, feløg, fyritøkur og kommunur á ymsan hátt veita okkum í okkara stremban eftir at gera nakað gott fyri onnur, samstundis sum vit gera nakað gott fyri okkum sjálvi, skrivar Team Rynkeby í kvøld.