Strandingar vóru um reppið at koppa Kyndli

Hondbóltur kvinnur: Í kvøld var talan um heilt øðrvísi og spennandi uppgerð, enn tað var, tá ið Kyndil sunnudagin vann stórsigur

Jóannes Hansen
1. mai 2024 kl. 20:29

Tað var spenningur fyri allar pengarnar, tá ið onnur FM finalan í kvinnuhondbólti í kvøld var á Skála, har StÍF var vertur og Kyndil var gestur.

Kyndil vann tepran 26 – 25 sigur, og tað ber við sær, at Kyndil verður meistari, um tað eisini eydnast at vinna triðju finaluna, sum verður í Hoyvíkshøllini seinnapartin leygardagin.

Kyndil vann sunnudagin fyrstu finaluna so sera sannførandi. Tá var úrslitið 36 – 18.

Í kvøld myndaði tað seg heilt øðrvísi. Strandakvinnur vóru avgjørdar í verjuni og í málinum var Momoko Debes rættiliga stinn.

Í StÍF álopinum var tað serliga Natasja Hammer, sum gjørdi um seg. Hon var toppskjútti við átta málum, og so vóru tað tríggjar, sum skoraðu fimm mál: Malene Madsen, Emma Skovmand og Yulka Kurimoto.

Hjá Kyndli vóru Bjarta Osberg Johansen og Turið Arge Samuelsen toppskjúttar við fimm málum, og Johan Johannesen og Nadja Pejovic skoraðu fýra mál.