Stjórin er væl nøgdur við gongdina

Suðuroyar Sparikassi hevði 3,1 millión í avlopi í fyrra hálvári í ár

Áki Bertholdsen
5. september 2024 kl. 12:35

Fyrra hálvár í ár hevði Suðuroyar Sparikassi 3,1 millión í yvirskoti, sammett við 2,8 milliónir í fyrra hálvári í fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at inntøkurnar av rentum og ómaksgjøldum eru hægri, niðurskrivingarnar eru lægri,umframt at virksemið er økt sum heild, sigur Sparikassin í tíðindaskrivi.

Útlánini hækkaðu úr 587 milliónir krónum, upp í 606 milliónir og tað svarar til ein vøkstur upp á 19 milliónir, ella 3,2 prosent. Fyrra hálvár vaks realkredittfíggingin níggju prosent.

Innlánini vóru 752 milliónir í fyrra hálvár í ár aftur ímóti 677 milliónum í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein hækking upp á 75 milliónir, ella 11,1 prosent.

Eginkapitalurin er øktur úr 69,1 milliónum, upp í 75,4 milliónum í fyrra hálvári í ár. Solvensurin er nú 24,2  prosent, samanborið við 22,0  prosent í fjør. Gjaldførið er 576 prosent, har lógarkravið er 100 prosent.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár. Hann sigur í tíðindaskrivi, at viðskiftafólkini eru aftur farin at velja realkredittfígging til bústað - og hann sigur, at tað er eitt gott val og nakað.

– Vit vænta enn størri vøkstur á hesum øki í heyst, sigur hann. Hann leggur afturat, at tey vænta, at í ár verður endaliga úrslitið seks milliónir fyri skatt milliónir krónur.