Steypafinalistarnir skulu finnast í kvøld

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða leiktar í kvøld

Mynd: Bjarni Enghamar
Fríðmundur Nattestad
19. juni 2024 kl. 11:45

Fyri trimum vikum síðani vórðu fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá monnum leiktar, og við teprum sigrum í báðum dystunum, er veruligur spenningunar undan báðum teimum seinnu hálvfinalunum, sum verða leiktar í kvøld.

HB og Víkingur liggja lið um lið í oddinum á Betri deildini og kappast um meistaraheitið. Eftir dystin í kvøld, er tað bara annað liði, sum hevur møguleikan at vinna greipuna. HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0 í Gundadali, men seinast liðini møttust í Sarpugerði, í landskappingardysti fyrr í ár, vann Víkingur 2-1. Alt er tí enn púra opið undan dystinum í kvøld, hóast HB hevur ein lítlan fyrimun eftir sigurin í fyrra dystinum.

Í hinari uppgerðini vann TB sera óvæntað 1-0 á B36 við Stórá í Trongisvági. Tvøramenn vóru undir stórum trýsti meginpartin av dystinum, men vardu væl, og fingu so brotsspark ímóti endanum av dystinum, sum Nikolei Johannesen setti trygt í netið. B36 eru enn stórir favorittar at koma víðari, men tvøramenn hava víst, at teir klára at standa ímóti stórum trýsti, og spennandi verður at vita, um teir megna tað enn einaferð.

Dysturin í Gundadali ímillum B36 og TB verður brísklaður í gongd klokkan 17.30. Í Sarpugerði byrjar dysturin ímillum Víking og HB klokkan 18.30.