Soleiðis skal tað verða skil í tá ið tað almenna byggir

Soleiðis ætlar Landsstýrið at tryggja, at ræðusøgurnr við Glasi og H-bygninginum, ikki endurtaka seg

Glasir er eitt ræðandi dømi um, hvussu illa tað kann ganga
Áki Bertholdsen
29. apríl 2024 kl. 11:25

Ofta hevur tað gingið illa at halda skil á almennum byggiverkætlanum og nógv dømi eru um, at tað hevur gingið heilt galið.

Glasir og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum, eru tvey ræðandi dømi, og tí varð politisk semja um at skipa tað øðrvísi, tá ið tað almenna fór undir byggiætlanir.

Og nú eru nýggjar reglur á veg og har verður staðfest, at tað er Landsstýrið, sum eigur almennar verkætlanir.

Men tá ið farið verður undir eina almenna verkætlan, skal Landsstýrið handa Landsverk ræðisrættin til verkætlanina, og so er tað Landsverk, sum er byggiharri. 

Síðani skal eitt greitt uppgávubýti og ábyrgdarbýti gerast ímillum eigaran og byggiharran og í tí sambandi skal ein samstarvsavtala gerast ímillum partarnar.

Byggiharrin skal tryggja góðskuna á byggiverkætlanini frá hugskoti til, at bygningurin verður tikin í nýtslu.

Tá ið verklagslógin er samtykt, hevur byggiharrin fíggjarstýringina av byggiverkætlanini um hendi og skal tryggja, at játtanin verður umsitin skynsamt.

Samstundis skulu ein stýrisbólkur og ein bygginevnd, setast. Stýrisbólkurin hevur høvuðsábyrgdina av byggiverkætlanini og hevur heimild til at taka avgerðir fyri byggiharran og bygginevndina. Og somuleiðis hevur stýrisbólkurin heimild til at ógilda avgerðir hjá byggiharranum og bygginevndini. 

Bygginevndin hevur ábyrgd av at orða krøv til byggiverkætlanina, at útvega upplýsingar frá brúkarunum um fakliga serstøk øki, at gera tilmæli og at kunna um verandi støðu og týðandi viðurskifti.

Annars er tað byggiharrin, sum stýrir byggiverkætlanini og hevur ábyrgd av, at hon verður útint. 

Verkætlanin byrjar, tá at heimild er fingin til at fyrireika hana. Uppgávan endar, tá ið bygningurin er avhendaður, og fimm ára sýn hevur verið. 

Men tað stendur eisini, at tá ið forprojektið er liðugt og góðkent, er projektið fastlæst. Tað merkir, at eftir tað verða broytingar, sum heild, ikki gjørdar, og sum heild kann  bygginevndin ikki ávirka verkætlanina longur. 

Men verða týðandi broytingar kortini gjørdar í byggiverkætlanini, skal ánarin góðkenna tær.