Sleppa at byggja tjóðleikhús á Eystarubryggju

Meirilutin í Tórshavnar Býráð hevur samtykt at leiga landsstýrinum øki til at byggja tjóðleikhús á

Áki Bertholdsen
3. juli 2024 kl. 18:22

Tað er nú greitt, at tjóðleikhúsið, sum ætlanin er at byggja, verður bygt á Eystarubryggju í Havn. Tað hevur verið eitt stríð um staðsetingina, men arkitektarnir, sum vunnu kappingina um tjóðleikhúsið, mæltu til at tað verður bygt á Eystarubryggju.

Tað, sum lá í kortunum var, at Tjóðleikhúsið skuldi hava yvir 7.700 fermetrar burtur av Eystarubryggju, har sjálvt húsið fyllur næstan helvtina og restin er parkeringspláss, og annað.

Tað mælti havnarmeistarin frá, tí hann metti, at tað fór at gera tað alt ov trongligt á Eystarubryggju til hitt virksemi, sum er har.

Meirilutin í Havnarnevndini, Kári Johansen, formaður, og Annfinn Brekkstein, tók undir við havnarmeistaranum og tí er málið ikki avgreitt fyrr enn nú og sostatt var eingin leigusáttmáli gjørdur.

Men nú er ætlanin eisini broytt, so nú er talan um eitt øki upp á 4.000 fermetrar, sum Landsstýrið skal leiga til Tjóðleikhúsið. Sjálvt tjóðleikhúsið verður har farstøðin er, og niðan ímóti Havnargøtu.  

Men verður brúk fyri einum størri øki í sjálvari byggitíðini, skal tað bera til, men tað skal vera í samráð við býráðið.

Tórshavnar kommuna skal gera økið byggiklárt við at taka bygningar á økinum niður fyri egna rokning.

Talan er um ein 50 ára leigusáttmála, sum ikki kann sigast upp í leigutíðini. Men eftir tey 50 árini, kann sáttmálin leingjast 10 ár í senn, hvørja ferð - men tað er bara um so er, at Tórshavnar Havn ikki skal brúka økið til onnur endamál.

Skal økið brúkast til onnur endamál tá ið tey 50 árini eru farin, skal kommunan rinda Landsstýrinum endurgjald fyri bygningin.

Men sáttmálin um at leiga økið, skal ikki taka við fyrr enn fyrireikingini er komin so mikið langt, at verkætlanin kann verða góðkend, og Landsstýrið kann vátta, at fíggingin er til taks til at fremja alla verkætlanina.

Og tað er eisini ein treyt í sáttmálanum, at farast skal undir byggingina í seinasta lagi í 2029, annars fellur avtalan burtur.

Og nú hevur meirilutin í býráðnum samtykt at leiga Landsstýrinum øki á Eystarubryggju at byggja Tjóðleikhúsið á.

Níggu atkvøður vóru fyri og fýra býráðslimir vóru ímóti, tað verður bygt á Eystarubryggju. Kári Johansen skeyt upp at flyta Tjóðleikhúsið, men tað fekk bara fýra atkvøður og so tað fall.