Skulu nú fáa loyvi til at byggja hotell undir Bryggjubakka í Havn

Hetta kann gera tað hetta meiri fjølbroytt og livandi, heldur býráðið

Á hesum parkeringsplássinum fer tað helst at standa eitt gistingarhús í næstum
Áki Bertholdsen
6. mai 2024 kl. 17:11

Nú fer Tórshavnar Býráð at leggja soleiðis til rættis, at tað skal vera loyvt at byggja hotell á Bryggjubakka.

Býráðið hevur fingið eina umsókn um at byggja tað, tey kalla, hotell-íbúðir á stykkinum undir Brygjubakka, har tað nú er eitt parkeringspláss.

Hetta var longu fyri sjey árum síðani, í 2017 og fýra ár seinni fingu tey tilsøgn um at byggja. Men grannarnir klagaðu og síðani fekk býráðið boð frá Føroya Kærustovni um at ógilda byggiloyvið.

Skal byggingin lata seg gera, er neyðugt at broyta byggisamtyktina og tað er hetta arbeiðið, býráðið nú farið undir. 

Tá ið hetta er avgreitt, kann býráðið so viðgera umsóknina av nýggjum. Eftir broytingini, sum ætlanin nú er at fremja, verður loyvt at gera hotell- íbúðir og íbúðir. Men annars kann einki virksemi vera har, sum hevur rokilsi, royk, lukt, larm ella ristingar, við sær.

Tað skal eisini lúka treytir til útsjónd og hædd so at tað ikki skemmir økið, ella verður teimum, sum búgva har um vegir, til ampa.

Í niðastu hædd skal tað verða kaffistova, matstova, handil, ella okkurt annað útvent virksemi og annars verður ikki loyvt at byggja bilhús, úthús og onnur smáhús, sigur býráðið.

Broytingarnar, ætlanin er at gera í økinum, liggja alment frammi í býráðnum, so har kunnu fólk fara at hyggja, og so fáa tey høvi til at gera viðmerkingar til ætlanina, og tað verður so alt tikið við, tá ið málið verður endaliga avgreitt.