Skúlin á Eiði fekk serliga virðisløn í gjár

Tey hava gjørt serliga nógv fyri at kunna børnini um veðurlagsbroytingarnar og fyri at læra tey um føroyskar rávørur 

Her sita børnini og royta nátungar. Myndin er frá Skúlablaðnum
Áki Bertholdsen
21. apríl 2024 kl. 10:45

Í gjár fekk skúlin á Eiði ta serligu veðurlagsvirðislønina hjá Føroya Lærarafelag. Skúlablaðið skriva, at skúlin á Eiði fekk virðislønina fyri tað stóra arbeiðið, tey gera fyri at ávirka børnini og geva teimum kunnleika um veðurlagsbroytinarnar. 

Í fleiri ár hava tey arbeitt miðvíst við burðardyggari menning, har tey serliga arbeiða út frá tí, sum er á Eiði, og har um vegir. 

– Endamálið er at økja tilvitanina um, hvussu vit kunnu taka ábyrgd og ogna okkum vitan um verðurlagsbroytingar og loysnir, skrivar Skúlablaðið frá teimum í skúlanum á Eiði.

Í hesum sambandi hava tey arbeitt við endurnýtslu, tey hava seymað taskur úr endurnýtslutoyi, tey hava gjørt jólaeinglar úr horni, tey hava gjørt tálg til fuglafóður, tey hava endurnýtt træsprek og tunnufjalar til vevar, og tey hava skilt burturkast. 

Tey hava sátt grønmeti og velt epli í skúlagarðinum, flett seyð, kúgv, haru og roytt nátungar. Tey hava skorið springarar upp, tey hava fiskað og hagreitt fiskin, umframt at tey hava verið eftir eggum, sum verða nýtt í matgerð.

Hvørt ár gera øll børnini døgurða í skúlanum, har tey hava eplini tey hava velt, og fiskin tey hava fiskað, til døgurða.

Eitt av endamálunum hjá Eiðis skúla, er at arbeiða víðari við burðardyggu menningini, har børnini kunnu sita hugbundun og arbeiða við ymsum tilfeingi frá byrjan til enda. 

Ein partur av verkætlanini er at geva børnunum eina holla vitan um gagnlist og sjóvinnu. Í gagnlist verður arbeitt við leiri og glasi, har børnini evna ymiskt til, sum kann brúkast í tí dagliga. 

Í sjóvinnu verður arbeitt við at spleysa, seta út í kort, bregda húkar, egna, flekja, umframt at tey fara á flot, umframt at tey arbeiða við aling og fáa kunnleika um trygd á sjónum.

– Dentur verður lagdur á at nýta staðbundnu loysnirnar. Byrjað verður við at fara í fjøruna at stinga fliður, og tá ið alt er liðugt, vaska tey upp eftir at hava etið fiskin, tey fiskaðu. 

Hetta gevur børnunum tíð og rúm at fara niður í dýpdina við teimum grundleggjandi førleikunum. Og tað sæst aftur í avrikunum hjá børnunum, sigur Skúlablaðið.