Silja vann tvífalt FM

Hóast hon ikki vann á degnum, so gjørdist Silja G. Eystberg tvífaldur føroyameistari í kappríðing

Myndir: Ríðisamband Føroya
Ríðisamband Føroya
1. september 2024 kl. 18:46

Kappingin í Tvíspor vaksin hevur sjáldan verið so jøvn sum í ár. Tað var eisini spenningur líka til seinasta riðil, tá FM kappingin í gjár var avgjørd í Vágum. Seinasti riðil var ein beinleiðis finala um hvør skuldi gerast føroyameistari í Tvíspor vaksin. Rossini vóru Bragi av Eiði og Óðin úr Havn. Reiðfólkini vóru bæði úr Havn, Alberg B. Lútzen á Braga og Silja G. Eystberg á Óðin. Hvørgan teirra hevði vunnið FM undan hesa kappingina.

Óðin fekk tó tann betra startin og hóast Alberg Lútzen og Bragi royndi alt teir vóru mentir, so fingu teir ikki Silju G. Eystberg og Óðin aftur. Munurin á málinum var tó bert 10 hundrandapartar av einum sekundi. So lítil var munurin millum gull og silvur í FM stríðnum. Sostatt gjørdist Óðin og Silja G. Eystberg føroyameistari í Tvíspor vaksin í ár.

Óðin vann tó ikki kappingina á degnum, tíðin rakk bert til eitt triðjapláss. Sum nevnt hevur kappingin í ár verið sera jøvn og í gjár var tað føroyamestarin frá í fjør sum vann. Silfá við Ásu Bárðardóttir var á degnum næstan eitt hálvt sekund betri enn nýggji FM vinnarin, Nummar tvey á degnum gjørdist Grani við Halli Hansen á baki, teir vóru beint í hølinum á Silfu. FM støðan gjørdist at Óðin vann við 27 stigum, nummar tvey var Bragi við 25 stigum og nummar trý Silfá við 20 stigum.

Dagurin hjá Silju gjørdist ikki verri av tí henni eisini eyðnaðist at vinna FM í Tølt. Hetta var á hestinum Tango.

Kappingarnar endaðu soleiðis:

Tølt FM V Nr. 1 Brynjar og Regin Johannessen, nr. 2 Strákur og Bárður Johannessen og nr. 3 Tango og Silja G. Eystberg. FM endaligt Nr. 1 Tango og Silja G. Eystberg, nr. 2 Brynjar og Regin Johannessen og nr. 3 Strákur og Bárður Johannessen.

Skeið FM V nr. 1 Orka og Ranja H. Djurhuus, nr. 2 Brúni og Jóannes Debes. nr. 3 Vørður og Sólja Jógvansdóttur. FM endaligt Nr. Orka og Ranja H. Djurhuus, nr. 2 Brúni og Jóannes Debes. nr. 3 Vørður og Sólja Jógvansdóttur.

Trav FM V Nr. 1 Dropi og Lív G. Djurhuus nr. 2 Gígur og Simona Tornby og nr. 3 Gletta og Marner Joensen FM endaligt Nr. 1 Dropi og Lív G. Djurhuus nr. 2 Gígur og Simona Tornby og nr. 3 Gletta og Marner Joensen

Tvíspor ung FM V Nr. 1 Spirit og Hanus Patursson nr. 2 Thor og Sólrun S. Lútzen og nr. 3 Kiljan og Simona Tornby FM endaligt Nr. 1 Thor og Sólrun S. Lútzen, nr. 2 Spirit og Hanus Patursson og nr. 3 Kiljan og Simona Tornby

Tvíspor vaksin ll flokkur vinnari Tobbi og Rebecca Jørgensen

Tvíspor vaksin l flokkur FM V Nr. 1 Silfá og Ása Bárðardóttir, nr. 2 Grani og Hallur Hansen og nr. 3 Óðin og Silja G. Eystberg FM endaligt, Nr. 1 Óðin og Silja G. Eystberg, nr. 2 Bragi og Alberg B. Lútzen og nr. 3 Silfá og Ása Bárðardóttir.