Sigvør Laksá: - Vit flyta okkum ikki

Tórsfest hevur meldað út, at Tórsfest 2025 verður tann 19. Juli. Hetta er um somu tíð, sum G! Festivalurin plagar at vera, men stjórin í G! sigur avgjørd, at tey fara ikki at víkja frá sínum ætlanum, orsaka av einum tiltaki í Havn

Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2024 kl. 14:31

Summarið er sum altíð pakkað við festivalum, stevnum og øðrum tiltøkum. Stríðið um dagfestingarnar fyri komandi ár er longu byrjað.

Tórsfest hevur í deil-kapping á Facebook longu avdúkað dagfestingina fyri teirra tiltaki í 2025, sum verður tann 19. Juli.

Hóast G! Festivalurin ikki hevur kunngjørt nær G! Verður í 2025, munnu tey flestu vera á einum máli um, at leygardagurin Tórsfest hevur valt í 2025, er samstundis sum føroya mest progressivi festivalur plagar at vera.

-    Hatta er tá vit fara at hava G! Festivalin í 2025, váttar Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum, fyri Dimmalætting.

Spurd um tey handan G! fara at flyta festivalin í Syðruøtu til eitt annað vikuskifti, nú Tórsfest er fyrst úti við lýsingini um nær teirra tónleikatiltak verður í 2025, svarar Sigvør Laksá avgjørd:

-    Nei vit flyta okkum ikki. Tað er rætt at vit alment ikki hava kunngjørt nær G! verður í 2025, men hatta er dagfestingin vit plaga at hava og tað verður tað sama í 2025.

-    Vit flyta okkum ikki bara tí eitt tiltak er í Havn, leggur Sigvør laksá afturat.