Sigfríður spílar seg út

EB/Streymur hevur síðstu dagarnar skrivað undir sáttmálar við fleiri spælarar

Jóannes Hansen
12. juli 2024 kl. 12:29

Støðutalvan sigur, at EB/Streymur er undir niðurflytingarstrikuni. Úrtøkan er 10 stig, sum er eitt færri enn B68, ið er á áttanda plássi.

Sigfríður S. Clementsen og hansara menn við Margáir ætla sær ikki at geva skarvin yvir uttan víðari.

Seinastu dagarnar hevur EB/Streymur styrkt seg við fleiri spælarum, ið eru leigaðir úr øðrum feløgum.

Fyrst var tað álopsspælarin Kristian Svabo Eliasen, sum varð leigaður í KÍ, og sum síðstu vikurnar hevur verið á listanum hjá EB/Streymi.

Og í gjárkvøldið vóru tíðindini, at tríggir aðrar spælarar eru lagstir aftrat.

Tveir teirra eru úr KÍ:

Annar er Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum er 20 ára gamal og er verjuleikari. Jákup hevur leikt 12 dystir fyri besta liðið hjá KÍ og 56 dystir fyri 1. deild hjá KÍ. Umframt hetta hevur hann leikt 17 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.

Hin er Óli Eyðsteinsson Poulsen. Hann er 23 ára gamal og kann røkja bæði verjukend og álopskend pláss á vøllinum. Hann hevur leikt 52 dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Harafturat hevur Óli leikt 17 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.

Og so er Jóhann Hansson Joensen aftur í EB/Streymi. Hann er framrættaður síðuspælari, sum higartil í ár hevur spælt við B68. Í fjør var hann í 07 Vestur, og í 2021 og 2022 spældi hann við EB/Streymi. 22 ára gamli Jóhann hevur spælt 81 landskappingardystir í bestu deildini og skorað seks mál.