SÍ setti meistararnar upp á pláss

Stórsteypadystur menn: Mjølnir – SÍ 0-3 (24-26, 16-25, 7-25)

Flogbóltssamband Føroya
7. september 2024 kl. 22:10

Stórsteypadysturin hjá monnum var millum SÍ og Mjølnir.

Í mansdystinum vóru tað steypavinnararnir úr SÍ, sum vunnu 3-0 á føroyameistarunum úr Mjølni. Spenningur var bara í fyrsta setti, sum SÍ vann 26-24. Í hinum báðum settunum var rættiligur avsmurningur.  Av teimum seinastu 13 stigunum í triðja setti vann SÍ tey 12.

Hjá SÍ hevur póllendingurin Mateusz Pazgan, sum í fjør spældi við Mjølni, loyst leikandi brasilska venjaran Cristiano Campos av, og haraftrat fer ein annar póllendingur, Jakub Madej, at spæla við SÍ í ár. Hvørgin av teimum var tó við í dag.

Í Mjølni er Boban Ilic í ár venjari, og hann hevur fingið synirnar Vuc og Filip við sær. Phil Freere spælir eisini aftur við Mjølni í ár. Heldur ikki Mjølnir var fullmannað í dag.

Øll inntøka frá dystunum í dag fer til Autismufelagið. Enn ber til at stuðla við eini peningagávu á kontu: 9181 5216933

Landskappingin hjá monnum, sum nú eitur Polestar-deildin, byrjar 22. september.