Selja grundstykki í Skopun - men bara til fólk sum vilja búgva har

– Og tey eru væl bílagari enn í stórbýnum

Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
23. apríl 2024 kl. 09:45

Í eina tíð hevur Skopunar Kommuna arbeitt við eini útstykking í bygdini og nú er komið so mikið langt, at tað er klárt at selja grundstykkini.

Talan er um 15 grundstykki til sethús og tvey grundstykki til íbúðir og tey eru klár at byggja á.

Grundstykkini eru á Hamarsvegi, ovarliga í bygdini. Tað er ytst til vinstru á myndini, beint við tjørnina, ella lítla vatnið.

Og hetta eru grundstykki, sum eru væl bíligari enn í stórbýnum. Skopunar Kommuna sigur, at talan er um grundstykki, sum eru 500 fermetrar og tey verða seld fyri umleið 450 krónur meturin. Sostatt kostar eitt grundstykki einar 225.000 krónur.

Men Skopunar Kommuna ætlar ikki, at hetta skal verða eitt summarhúsøki, tí tey gera greitt, at bústaðarskylda fylgir við, tann sum ognar sær eitt grundstykki, skal eisini búgva í húsunum.

Ovast á vegnum eru eisini tvey grundstykki til onkran at byggja íbúðir á, tey eru góðar 900 fermetrar stór, hvørt.