Sannførandi meiriluti á Tvøroyri fyri Samanlegging

Bara ein fjórðingur av tvørafólki sigur nei

Áki Bertholdsen
15. juni 2024 kl. 21:04

Í áðni skrivaðu vit, at tað er ikki meiriluti í Hvalbiar Kommunu fyri at leggja saman við Tvøroyri.

Men á Tvøroyri er støðan ein heilt onnur, tí har er stórur meiriluti fyri at leggja saman við Hvalbiar Kommunu.

Nú atkvøðurnar á Tvøroyri eru taldar upp, er úrslitið, at heili 73,7 prosent av tvørafólki siga ja til samanlegging og 25,9 prosent siga nei, sigur Jean Dimon, formaður í valstýrinum

Tað merkir, at 632 veljarar á Tvøroyri søgdu ja til at leggja saman við Hvalba, og 222 søgdu nei.

Hinvegin var valluttøkan á Tvøroyri lítil, í Hvalba var hon heili 93 prosent, men á Tvøroyri var hon bara 62,4 prosent.

Men hetta er helst alt til fánýtis, tí hvalbingar vilja ikki leggja saman við Tvøroyri, so tað verður neyvan nøkur samanlegging á hesum sinni.