Rúsevni í Føroyum: Tað góða sær út til at tapa og tað ónda sær út til at vinna

Løgtingsmaður vil nú hava at vita frá løgmanni um tað bara eru tóm orð, tá ið politikarar siga, at teir vilja basa rúsevum í Føroyum

Áki Bertholdsen
13. september 2024 kl. 09:43

Hvat verður gjørt fyri at basa rúsevnum í Føroyum. Tað vil Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava Aksel V. Johannesen, løgmann, at greiða alment frá.

Hann vísir á, at nógv arbeiðið er lagt í at gera eina heildarætlan um at basa rúsevnum, men nú vil hann hava at vita, um tey føgru orðini, sum har standa, verða víst í verki, ella um tað bara eru tóm orð.

Bárður á Lakjuni vísir á, at í heildarætlanini verðu greitt frá, at Taks eigur at fáa eina ymsar hentleikar, eitt nú skannarar av ymiskum slagi, betri høli á flogvøllinum og á ferjuleguni í Havn, umframt eina profileringsskipan, sum ger tað lættari at eyðmerkja smuglarar.

– Er nakað tí framt, ið Taks vil hava, spyr Bárður á Lakjuni.

Hann vísir á, at í seinastuni hava løgregla og almannaverk víst á, at rúsevni floyma inn yvir landið, sum tikið verður til.

– Kanningardeildin hjá løgregluni sigur, at nøgdirnar av rúsevnum gerast alsamt størri og sostatt kann staðfestast, at gongdin er ikki góð, sigur hann.

– Hóast tøk eru tikin á rúsevnisøkinum fyri at basa bæði innflutningi og misnýtslu, tykist tað góða at tapa, og óndskapurin at vinna, leggur hann afturat.

Hann sigur, at tað er týðiligt, at tað er neyðugt at seta enn harðari móti hørðum, tí bara hesi seinastu tvey árini, er lagt hald á dupult so stórar nøgdir av hassji sum tey átta undanfarnu árini tilsamans.

– Tað er eisini nógv meiri til at sterkari rúsevnum, staðfestir løgtingsmaðurin.

Hann minnir eisini á, at fyri góðum tveimum árum síðani, varð ein heildarætlan um at fyribyrgja og tálma rúsevinsmisnýtslu, handað táverandi løgmanni, Bárði á Steig Nielsen.

Í heildarætlanini eru 58 tilmæli um at basa rúsevnum, og her er talan um tilmæli í sambandi við fyribyrging, viðgerð, eftirlit, revsing og um at útvega vitan á økinum.

– Í Føroyum kunnu vit als ikki liva við, at ung detta niðurímillum, men vit síggja tíverri at tað hendur, segði løgmaður, tá ið hann fekk heildarætlanina.

– Nú hava vit fingið nøkur greið tilmæli og góð amboð. Tað fegnist eg um, tí vit mugu gera nakað við trupulleikan beinanvegin.

Táverandi løgmaður segði, at vit hava ikki ráð at bíða - men hvat sigur verandi løgmaður, spyr Bárður á Lakjuni.

– Bæði løgregla og tollvald gera nógv fyri at steðga innflutninginum av ólógligum rúsevnum, sigur Bárður á Lakjuni.

– Kortini metir løgreglan, at myndugleikarnir steðga bara einum lítlum parti av innflutninginum, og at tað er neyðugt at styrkja marknaeftirlitið, sigur hann.

– Hvat verður gjørt á hesum øki, vil hann hava løgmann at greiða frá - og tað skal løgmaður gera seinni í mánaðinum.