Rúni Djurhuus: - Vit fara ikki at oyðileggja nakað fyri tey

Stjórin í Tórsfest, Rúni Djurhuus, hevur ongan áhuga í at hava Tórsfest samstundis sum G! Festivalurin er í Gøtu

Ragnar Sjúrðarson
5. juli 2024 kl. 15:25

Tórsfest hevur meldað út, at Tórsfest 2025 verður tann 19. Juli, sum er samstundis sum G! Festivalurin verður hildin í Syðrugøtu. Sigvør Laksá, stjóri í G! Festivalinum, sigur við Dimmalætting, at G! Festivalurin ikki fer at flyta dagsetingina fyri sín festival í 2025.

Tað er ikki ein Rúni Djurhuus, ið hevur góðar stundir at práta, sum Dimmalætting ringir til i samband við orðini hjá stjóranum í G! Festivalinum. Hann er ein av mongum føroyingum, ið eru ávegis til París í hesum døgum, so tað verður til eitt sera stutt prát áðrenn stjórin í Tórsfest aftur má traðka á pedalurnar.

-    Vit fara at tosa við tey. Sjálvandi vilja vit ikki oyðileggja nakað fyri tey, so hetta málið verður loyst, sigur Rúni Djurhuus áðrenn hann má leggja hornið á.

Í ár verður G! Festivalurin hildin dagarnar 18-20. juli, meðan Tórsfest verður hildið 26. Juli.