Royna aftur at lumpa pengar frá føroyingum

Løgreglan heitir á fólk um ikki at trýsta á nakað

Áki Bertholdsen
19. juni 2024 kl. 14:27

Aftur í dag hava nógvir føroyingar fingið sms boð, har tey verða lokkað við at tey kunnu fáa fíggjarliga hjálp.

sms-boðini eru á donskum og byrja við »kære venner fra Færøerne« og har fáa fólk at vita, at tey kunnu fáa fíggjarliga hjálp til at keyp neyðsynjrvørur fyri.

Tey skulu bara trýsta á eitt leinki fyri at koma inn á eina heimasíðu, og har kunnu tey søkja um hjálp. Men sjálvandi skulu tey geva ymsar upplýsingar frá sær fyri at fáa hjálpina, eisini nummarið á gjaldskortinum.

Men løgreglan staðfestir, at talan er um svikarar, sum royna at lumpa pengar frá fólki.

Fólk skulu endiliga ikki trýsta á nakað fyri at koma inn á heimasíðuna, tey skulu bara sletta sms-boðini, ljóðar tann staðiliga ávaringin frá løgregluni.