Rópikór í Sarpugerði í annaðkvøld

Í sambandi við, at Føroyar eru vertir fyri Oyggjaleikum í 2027, er ein filmur til marknaðarføring í gerð. Tí verður heitt á øll um at rópa í miðkringinum í hálvleikinum ímillum Víking og HB í annaðkvøld

Ragnar Sjúrðarson
3. juli 2024 kl. 17:03

Tá ið dómarin hevur bríkslað til hálvleiks í dystinum millum Víking og HB í Norðragøtu í anaðkvøld, verður heitt á øll um at gera eitt stórt føroyskt rópikór í miðkringinum.

Tað skrivar Víkingur á Facebook:

Komið og hjálpið okkum at gera eitt stórt føroyskt rópikór! Í sambandi við, at Føroyar eru vertir fyri Oyggjaleikum í 2027, er ein filmur til marknaðarføring í gerð, og Oyggjaleikir hava brúk fyri tykkum øllum.

Tá ið dómarin hevur bríkslað til hálvleiks í dystinum millum Víking og HB í Norðragøtu, og spælararnir eru farnir í skiftingarrúmini, savnast vit í miðkringinum. Vit hava brúk fyri øllum. Stórum sum smáum, høgum sum lágum, ungum sum gomlum, børnum sum vaksnum, harðmæltum sum lágmæltum, eysturbúgvum sum havnafólki, fýrbeintum sum tvíbeintum. 

ØLLUM, sum, meðan eitt upptøkutól (ein drona) tekur upp, tíma at senda okkara kappingarneytum og gestum á Oyggjaleikum 2027 eina heilsan við at rópa: 

Welcome to the Faroes!

So góðu tit, sum eru stødd í Sarpugerði hetta kvøldið, komið við! Vit møtast í miðkringinum.

Síggjast hóskvøldið í hálvleikinum. 

Heilsan

Oyggjaleikir í Føroyum 2027