Postarasýning á Landssjúkrahúsinum

Nýútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnir frá Fróðskaparsetrinum hava postarasýning í forhøllini á Landssjúkrahúsinum 26. juni frá klokkan 14-16, har bachelorritgerðirnar verða lýstar

Framsýningin, sum var í 2022.
Tíðindaskriv - Fróðskaparsetur Føroya
17. juni 2024 kl. 21:30

Útbúgvingin sum BSc í Sjúkrarøktarfrøði gevur m.a. førleika til at miðla sjúkrarøkt.

Postaraframsýningin, sum letur upp á Landssjúkrahúsinum 26. juni, er tískil eitt óført høvi at miðla nýggja vitan um sjúkrarøkt í Føroyum og kann gerast ein týdningarmikil liður í menningini av heilsu- og sjúkrarøktini í føroyska samfelagnum.

Postarasýning av BSc-ritgerðum er eitt afturvendandi tiltak, tá nýútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar eru lidnar við sína ritgerðir á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum.

Karmarnir um tiltakið hóska sera væl, tí mong fólk - starvsfólk, sjúklingar, avvarðandi og onnur - koma og fara gjøgnum forhøllina á Landssjúkrahúsinum, har tey so fáa høvi at síggja framsýningina.

Nýggju sjúkrarøktarfrøðingarnir vera á staðnum hendan fyrsta dagin, tá framsýningin letur upp, og kunnu greiða frá egnum ritgerðum, men framsýningin verður eftir ætlan hangandi í nakrar dagar.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Heitið á ritgerðunum eru hesi:

Nýútbúni sjúkrarøktarfrøðingurin
Høvundar: Aloma S. Galiceanu, Hanna A. Olsen og Linda V. Petersen

Stuðul og inklusión av børnum og ungum, hvørs foreldur fáa krabbameinssjúku
Høvundur: Sóley Danielsen

Eginumsorgan í sjúkustøðuni – ein kvalitativ kanning av upplivingunum hjá sjúklingum við kroniskari hjartasvíkjan
Høvundar: Katrina Lognberg, Kristina M. Strøm og Simona Paula á Fríðriksmørk

Vejen til personlig Recovery: At leve med en svær psykisk lidelse i et småt samfund
Høvundar: Anna Tórunn á Stongunum, Atima F. Í Bø Olsen og Rebekka R. Jørgensen

Skuggabørn; ung systkin hjá sjúkum børnum
Høvundur: Brynhild Nolsøe í Lágabø  

Týdningurin av at veita psykososiala røkt til krabbameinsjúklingar í stutta møtinum
Høvundar: Eva Brekkstein, Guðrið Jákupsdóttir, Johanna Johannesen og Jóna Berg

“At liva við andaneyð” Ein kvalitativ kanning av, hvussu sjúklingar í Føroyum uppliva at liva við sjúkuni KOL
Høvundar: Arina T. Jacobsen, Rúna H. Hansen og Tanja N. Jacobsen